Løgmaður ræðist ikki fólkaatkvøðu

- Í løtuni skulu vit brúka alla orkuna at fáa búskapin aftur á beint. Tá vit eru komin á slætt, kunnu vit taka fólkaatkvøðu um loysingina. Tað sigur Kaj Leo Johannesen, løgmaður, í Sosialinum, sum kom í sølubúðirnar seinnapartin.

Hann fegnast um, at Javnaðarflokkurin umrøðir spurningin at halda fólkaatkvøðu um føroysku støðuna í ríkisfelagsskapinum.

- Sambandsflokkurin hevur havt fólkaatkvøðu um okkara ríkisfelagsskap á politisku skránni leingi, og vit eru avgjørt ikki bangin fyri at skipa fyri tí, sigur Kaj Leo Johannesen við Sosialin.