Løgmaður ovfarin av ákæru um hetz

Jóannes Eidesgaard, løgmaður, kallar tað eina grova reingjan av veruleikan, tá ið formaðurin í Tjóðveldisflokkinum leggur landsstýrið undir at føra hetz ímóti formanninum í Búskaparráðnum. Høgni Hoydal stendur fast við sítt

Løgmaður sigur seg vera skelkaðan av ákærum um, at hann saman við øðrum landsstýrismonnum skal hava ført hetz ímóti formanninum í Búskaparráðnum.
Tað var Høgni Hoydal, sum í einum munnligum fyrispurningi í løgtinginum kom við hesum ákærum.
? Við løgmanni, varaløgmanni og landsstýrismanninum í Fíggjarmálum á odda - væl stuðlað av fakfelagsformanni og samgongulimum - er ein ósaklig og persónlig hetz førd móti formanninum í Búskaparráðnum, segði Høgni Hoydal í viðmerkingunum til sín fyrispurning.
Jóannes Eidesgaard svaraði fyrispurninginum í løgtinginum mikudagin, og hann vísti avgjørdur aftur, at hann hevði ført hetz ímóti Hermanni Oskarsson.

Grovt
Høgni Hoydal brúkti nakrar greinar í Sosialinum sum grundarlag fyri at siga, at landsstýrið hevði rikið formannin í Búskaparráðnum úr sínum formannssessi við at leypa á hann persónliga.
Hetta vil løgmaður ikki hava sitandi á sær.
? Eg haldi, at tað er ein grov reingjan av veruleikanum at siga soleiðis, og eg má siga, at eg neyvan fyrr havi verið so skelkaður av eini ákæru sum hesari, sigur Jóannes Eidesgaard.
? Eg havi hugt aftur ígjøgnum greinarnar, sum Høgni Hoydal sipar til, og har er eingin hetz av Hermanni Oskarsson at finna. Greinarnar snúgva seg hinvegin um Tjóðveldisflokkin og Norðuratlantsbólkinum, og tað er einki galið í, at ein politisk fylking hevur meiningar um eina aðra, sigur løgmaður.

Heldur fast um hetz
Høgni Hoydal stendur fast við, at leiðandi politikarar hava ført hetz ímóti formanninum í Búskaparráðnum, og at hetta hevur fingið hann at leggja frá sær.
? Tá ið eg kalli tað eina hetz, meini eg við, at politikarar afturvendandi leggja eftir einum persóni fyri tað, sum hann er, sigur Høgni Hoydal.
? Og løgmaður er eisini ein partur av hesum máli, tí tað er ússaligt av honum ikki at taka frástøðu frá tí, sum eitt nú Bjarni Djurholm hevur ført fram í Sosialinum, og teimum ákærum, sum løgtingsmenn endurtóku í tinginum mikudagin, sigur hann.

Manipulatión og ósannindi
Jóannes Eidesgaard, løgmaður, heldur, at formaðurin í Tjóðveldisflokkinum brúkar formannin í Búskaparráðnum í einum politiskum spæli, og at ákærurnar einki hald hava í veruleikanum.
? Ákærurnar hjá Høgna Hoydal byggja allar á manipulatión og ósannindi, og tað er skelkandi, sigur Jóannes Eidesgaard.
Høvuðspersónurin sjálvur, Hermann Oskarsson, hevur ikki lagt í at gera viðmerkingar til fyrispurningin ella kjakið í løgtinginum.