Løgmaður orsøk til rumbul

Í svarinum til løgmann ger Innlendismálaráðið greitt, at viðmerkingarnar frá teimum trimum deildunum í Innlendismálaráðnum reelt einki broyta. Sáttmálin við Copenhagen Infrastructure Partners var liðugur eina viku áðrenn ráðið gjørdi sínar fakligu viðmerkingar til lógaruppskotið, ið var skrivað upp ímóti sama sáttmála.

Innlendismálaráðið brúkti bara tríggjar tímar og 12 minuttir at svara Løgmansskrivstovuni, sum mikumorgunin vildi hava eina frágreiðing í kjalarvørrinum av at atfinningarsomu viðmerkingarnar frá fakfólkunum í Innlendismálaráðnum komu undan kavi.
Svarið sparkar reelt bóltin beint yvir aftur á Løgmansskrivstovuna. Innlendismálaráðið vísir á, at tá løgmaður valdi at málið skuldi aftur í løgtingið, so kom vargur í.
- Avgerðin hjá løgmanni um at lógarheimildin skuldi aftur í løgtingið førdi við sær nýggj krøv frá Copenhagen Infrastructure Partners. Tá kom kravið um at allir standardir frá 25. juni 2013 skuldu vera galdandi fyri tunnilin, eisini frameftir. Og tá kom eisini krav um, hvussu felagið skuldi roknast skattliga, sigur Rúni Joensen, aðalstjóri í Innlendismálaráðnum.
Hann vísir á, at sáttmálin millum Innlendismálaráðið og Copenhagen Infrastructure Partners var úrslit av eini samráðing. Samráðingarnar vóru lidnar, og sáttmálin skuldi skrivast undir í Runavík hósdagin 27. juni.
- Av somu orsøk ber ikki til at broyta nakað í sáttmálanum. Innlendismálaráðið fær einki broytt, og løgtingið fær heldur einki broytt. Men avgerðin hjá løgmanni um at málið skuldi aftur í løgtingið hevði tó við sær nýggj krøv frá Copenhagen Infrastructure Partners. Og hesi krøv máttu vit so seta inn í sjálvan lógartekstin, ið landsstýrismaðurin bar niðan í løgtingið, sigur Rúni Joensen.
Aðalstjórin dylir ikki fyri, at eftir hansara tykki fekk tað óhepnar avleiðingar fyri samráðingartilgongdina millum Innlendismálaráðið og Copenhagen Infrastructure Partners, tá løgmaður í tólvta tíma høgdi bremsurnar í.
- Krøvini vórðu sett fram, vísandi til “politiska risiko”. Og tey vóru ultimativ. Tað vil siga, at felagið trekti seg burtur úr samráðingunum, um Innlendismálaráðið ikki gekk teimum á møti, sigur Rúni Joensen.

Frágreiðingin
4. juli skrivaðu tær tríggjar deildirnar í Innlendismálaráðnum eina felags frágreiðing um lógaruppskotið hjá Kára P. Højgaard. Frágreiðingin er ein lang røð av atfinningum móti lógaruppskotinum.
- Sáttmálin millum IMR og CIP leggur upp fyri teimum flestu av hesum viðmerkingum, sigur Rúni Joensen, sum tó í í dag ásannar, at felags frágreiðingin frá teimum trimum deildunum í aðalráðnum átti at verið latin løgtinginum.

Men hóast løgtingið hevði fingið frágreiðingina frá Innlendismálaráðnum, so hevði løgtingið reelt ikki havt møguleika at gera nakað við hana.
- Sáttmálin er úrslit av eini samráðing. Og tað fær løgtingið einki gjørt við. Ikki annað enn antin at taka undir við lógaruppskotinum ella lata vera, sigur Rúni Joensen.
Harafturat kravdi CIP eina millión krónur afturfyri at leingja freistina frá 27. juni til 5. september. Upprunaliga kravið var, sambært Rúna Joensen, 10 milliónir krónur. Verður sáttmálin ikki undirskrivaður 5. september, so fellur milliónin til gjaldingar.
Í fráboðan á Facebook sigur Kaj Leo Holm Johannesen seg vera glaðan fyri avgerðina um at heimildin til Eysturoyartunnilin skal aftur í løgtingið.
- Tað er púra rætt at eg avgjørdi at leggja málið um Eysturoyartunnilin fyri løgtingið.
Tað gjørdi eg ti eg kendi meg ikki tryggan við støðuna, og tað eri eg ómetaliga glaður fyri í dag, skrivar løgmaður í fráboðan á Facebook.