Løgmaður: Ongar ætlanir at útskriva nýval

- Nei, tað eru ongar ætlanir hjá hvørki mær ella øðrum í samgonguni at útskriva nýval í løtuni. Vit hava skyldu til, og tað er eisini tað vit royna, at finna eina loysn á hesi ósemjuni, sum er í samgongu, soleiðis at vit kunna fáa uppskotið ígjøgnum á skilagóðan hátt.


Tað segði Aksel V. Johannesen, løgmaður, í samrøðu við útvarpstíðindini hjá Kringvarpinum á middegi. Nógv fokus hevur verið á samgonguni um vikuskiftið, eftir at tað fríggjadagin frættist, at semja ikki var í samgonguni um fiskivinnunýskipanina, og at samband var millum samgonguna og Miðflokkin um møguligt samstarv.


Í samrøðuni við Kringvarpið ásannar løgmaður, at semja ikki er í samgonguni um fiskivinnunýskipanina, men at arbeitt verður av øllum alvi at finna eina semju.


- Onkrar fortreytir eru broyttar og tí telja vit ikki upp í 17 sum støðan er í løtuni. Sjálvandi er tað ein trupul støða hjá okkum í samgonguni. Vit royna, bæði inni í samgonguni at fáa øll seytjan at standa aftanfyri uppskotið, ið fer út úr vinnunevndini seinni, og vit hava alla tíðina roynt at vita, um vit ikki fáa eina breiðari semju enn bara samgongan, segði løgmaður.


Samgonguleiðarin vísti eisini á, tá hann skal greiða frá hví semjan frá august ikki helt, at tá talan er um so stór virðir, ið skulu býtast, so er trýstið stórt á teimum einstøku tinglimunum.


- Tað er eitt stórt trýst á øll tingfólk, ikki minst tey, ið sita í samgongu, og tað er trupult at hava við at gera, ásannar løgmaður.