Løgmaður: Ongan áhuga í at tykta okkara egna barn

?Løgmaður fer nú at kanna hørðu atfinningarnar hjá Føroya Banki ímóti landsstýrinum. Men hann sigur, at hann veit, hvat býr undir

Atfinningar

Løgmaður fer nú at kanna tær lemjandi atfinningarnar, sum Føroya Banki setti fram ímóti landsstýrinum á aðalfundinum mikudagin og sum vit greiða frá í aðrari grein í blaðnum.
Tað sigur Anfinn Kallsberg við Sosialin í stuttari viðmerking til málið.
Tá ið vit tosaðu við hann í gjáramorgunin, hevði hann ikki lisið frágreiðingina hjá bankanum og tí vildi hann ikki fara í smálutir enn, fyrrenn hann hevur sett seg inn í málið.
men tað ætlar hann eisini at gera fyri at vita, hvat hald er í atfinningunum frá bankanum, ella ikki.
Men hann sigur, at veit longu, hvat býr undir atfinngingunum.
?Bankin er ónøgdur við, at Elektron hevur verið noytt at gjalda 40 milliónir í mvg.
? Tað, sum bankin fýlist á, at at Landsstýrið ikki treytaleyst gevur seg undir tað, sum bankin vil.
?Men við mvg málinum mugu vit eisini staðfesta, at Føroya Banki hevur tapt í Landsrættinum, men sum hann síðani hevur skotið málið inn fyri hægstarætt.
Anfinn Kallsberg sigur, at eftir hansara tykki hevur Landsstýrið víst góðan vilja til at loysa tað ósemjuna, men at Føroya Banki eftir øllum at døma ikki er nøgdur við loysnina, sum landsstýrið hevur skotið upp.
Hvør loysnin er, kann hann ikki siga nakað um, tí hann vil ikki fara í smálutir, fyrrenn hann hevur sæð frágreiðingina.

Skilir ikki atfinningarnar
Men Løgmaður skilir als ikki atfinngingarnar hjá Føroya Banka og skuldsetingina um, at politikarar brúka eitthvørt høvi til at fara illa við peningastovunum.
?Bankin er at kalla allur sum hann er ogn hjá fíggingargrunninum, sum aftur er ogn hjá landskassanum og sostatt skattaborgarunum.
? Sostatt er tað landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, sum velur nevndina í fíggingargrunninum og tað er landsstýrið sum er størsti partaeigari í bankanum.
? Og eg skilji slett ikki, hvussu partaeigarin skal hava nakran sum helst áhuga í at vera tykta sítt egna barn.
Løgmaður sigur, at í hvussu so er dugir hann ikki at síggja ,at landsstýrið beinleiðis hevur miðvísar ætlanir um at um forða bankanum í at virka, ella nakað ávíst politiskt ynski um at seta fót fyri bankan. Vit hava heldur ikki gjørt nakra sum helst lóggávu, sum forðar bankunum í ar virka, heldur tvørturímóti.
Løgmaður veit væl, at tað hava verið nøkur sakarmál ímillum bankan og Landsstýrið.
Men eru tað hesi stríðsmálini, sum síggjar aftur í frágreiðingini, hóvar tað honum lítið.
?Tað plagar at vera so, at tøgn valdar ímeðan rætturin talar og summi av hesum sakarmálum eru ikki liðug enn.
Harafturat liggur málið um persónsupplýsingar og samstarvið við PBS í løgtingfinginum.
? Málið hevur verið fyri í Løgtinginum einaferð og Landsstýrið kann ikki gera øðrvísi enn Løgtingið vil.
? Men nú er tað so komið hartil, at Løgtingið fær høvi at taka avgerð í málinum einaferð afturat og tað avgerðina mugu vit rætta okkum eftir, sigur Anfinn Kallsberg.