Løgmaður oman fyri vatnskorpuna

Fríggjakvøldið tenraði listamaðurin - og provokatørurin, Ole Wich ein lasara í einum vita úti á Tinganesi, sum stendur í sjey metra hædd

Endamálið er at vísa, hvussu nógv vatnstøðan hækkar, um grønlendski innlandsísurin bráðnar. Tá fara heimsins høv at hækka sjey metrar, og skal lasarstrálan í Tinganesi vísa, hvussu vorðið verður í Havnini tá. Skrivstovan hjá løgmanni er á triðju hædd, so hann hevði verið turrføttur. Fundarhølið hjá løgmanni hevði kortini verið undir eins og meginparutirn av Skansapakkhúsinum, sum hýsir løgmanni og hansara fólki.

Ole Wich sigur, at hann hevur gjørt hetta tiltakið til tess at vísa á, at vit altíð so fegin vilja spæla við, tá vit fáa nakað fyri einki, men so skjótt vit sjálvi skulu lata nakað, so fær pípan annað ljóð. Ole Wich heldur, at Føroyar eiga at undirskriva Kyoto sáttmálan beinanvegin.

Tað er í samstarvi við Dimmalætting og Balslevs Timburhandil, at Ole Wich hevur sett upp lasaran, sum skal lýsa hesar dagarnar, TACC klimaráðstevnan er í Norðurlandahúsinum.

Tað er sjálvandi ikki av tilvild, at listamaðurin hevur valt sær Tinganes til hetta friðarliga mótmæli.

- Á Tinganesi hava føroyingar hildið ting í øldir, og higani verður landið framvegis stýrt. Tað er eisini fantastiskt, at lasarstrálan eisini kann lýsa á sjálvan mannin, sum átti at havt undirskrivað Kyotoavtaluna, sigur Ole Wich.