Tolsemi kann vera eitt ógvuliga óítøkjuligt ella abstrakt hugtak og kann brúkast og misbrúkast - alt eftir, hvat endamálið er við at brúka tað. Tað áhugaverda er, at orðið er lanserað umleið 1 ár eftir, at politiska visjónin 2015 kom fram og eftir, at ongar ítøkjuligar avgerðir og handlingar enn eru framdar í sambandi við langtíðarmálini í politiska strategiarbeiðinum.
Í mai 2006 vísti eg á í einari samrøðu við Sosialin, undir heitinum ”Stórur vandi fyri, at Visjón 2015 endar í fiasko”, hvussu neyðugt tað var at gera eitt gott fyrireikandi arbeiðið í sambandi við strategiarbeiðið hjá landsstýrinum og m. a. rudda upp í umleið 3 ár á øllum økjum í samfelagnum og vinnuni, áðrenn nakrar kosmetiskar ætlanir. Men tá hevði løgmaður als onki tolsemi at arbeiða á ein slíkan professionellan hátt. Nú tað sær út til, at lítið og onki kemur burturúr politiska strategiarbeiðinum, er knappliga brúk fyri tolsemi.
Tolsemi er eitt takksamt orð og kann brúkast í øllum møguligum samanhangum – spurningurin er bara, hvat støða og samanhang hugtakið verður brúkt í, og hvør er avsendari og móttakari. Fakligt tolsemi kann m. a. brúkast til at gera eitt dygdargott fyrireikandi arbeiðið og tað er at geva sær tíð at arbeiða professionelt. Menniskjaligt tolsemi kann merkja at fara væl við sínum medmenniskjum, skilja og fata øðrvísi hugsandi, góðtaka og virða onnur fólkasløg o.a. Fíggjarligt tolsemi kann merkja, at hava við tolnan kapital til íløgur at gera – bara kapitalurin ikki sovnar. Fíggjarligt tolsemi kann eisini merkja, at ein íleggjari bíðar eftir stórum avkasti ella jackpot. Vinnuligt tolsemi kann verða í 1-3 ár at fáa fleiri kundar til nýggju fyritøkuna.
Tolsemi kann eisini merkja at verða meira og minni passivur ella óvirkin. Politiskt tolsemi í Føroyum kann bara brúkast til at fjala út yvir vantandi avgerðir og handling, og til at flyta fokus frá álvarsligum politiskum trupulleikum. Hetta eigur at síggjast í mun til, at lítið og onki strategiskt týðandi er hent við málrættaðum politiskum arbeiði í nógv ár, og ongi útlit eru fyri størri politiskari handlimegi.
Politiska tolsemið hjá løgmanni og samgonguni kann lættliga merkja fylgjandi: ”in the long run we are all dead” ella hava onnur yvirhálað okkum, soleiðis at Føroyar verða out of business. Kanningar vísa, at broytingarskjótleikin í politisku skipanunum er í botni – so politiskt tolsemið í Føroyum saman við afturlítandi hugburði, kann bara merkja, at onki ítøkjuligt fer at henda.
Tað er meiningsleyst at tosa um vinnuligt og politiskt tolsemi uttan, at tað er greitt, hvat hetta tolsemi verður knýtt at – tolsemi gevur meining, tá nakað ítøkjuligt og stórt er gjørt (stórar verkætlanir) og bíða verður eftir útslitinum, sum væntandi kemur um eitt ár, um fimm ár ella ongantíð. Fólk og vinna í Føroyum hava bara sera trupult við at síggja nakrar politiskar verkætlanir í gerð, sum skara framúr og sum kunnu flyta mørk.
Í allari politisku neyðini verður uttan iva brúk fyri enn fleiri villleiðandi og óítøkjuligum hugtøkum – eg hoyri longu fleiri av hesum hugtøkum fyri mær.










