Løgmaður í nýggjársrøðuni: Álit og virðing í hásætið

Í nýggjársrøðu síni í ár fer løgmaður at tosa um, hvussu stóran týdning tað hevur at vísa hvørjum øðrum virðing og at hava álit á hvørjum øðrum


Álit og virðing!
Hesi bæði smáu, fittligu orðini verða høvuðsevnið í nýggjársrøðuni, sum Løgmaður, Jóannes Eidesgaard, fer at halda fyri øllum Føroya Fólki gamlaárskvøld.
Sum gamal siður er, fer Løgmaður sjálvsagt aftur í ár at halda røðu fyri Føroya fólki nýggjársaftan.
Men hann fer ikki at uppihalda okkum alt kvøldið.
- Nýggjársrøðan varar einar 10-12 minuttir og hon skal ikki vara longri. Men av tí sama er eisini ógvuliga avmarkað, hvussu nágreiniliga hvørt einstakt mál kann viðgerast, sigur Jóannes Eidesgaard.
Men hann heldur eisini, at hetta er ein av sjáldsamu møguleikunum, Løgmaður hevur at sleppa inn í hvørja stovu í landinum.
- Og eitt slíkt høvi eigur Løgmaður at brúka so væl og postitivt, sum gjørligt, uttan at missa seg sjálvan burtur óerligheit.
 
Virðing og álit
Hann sigur, at høvuðsevnið í røðuni í ár verður virðing og álit.
Men tað hevur ikki tilvísing til nakað ávíst.
- Virðing og álit eru grundleggjandi virði í okkara samfelag. Tað eru tvey hugtøk, sum hava so ómetaligan týdning, tí skulu vit røkka málum, skulu vit røkka úrslitum og skulu vit vinna framá, er tað ein fortreyt, at vit hava álit á hvørjum øðrum og hava virðing fyri hvørjum øðrum.
Annars fer hendan nýggjársrøðan sjálvandi ikki at víkja frá tí, sum hevur verið siðvenja í øllum  nýggjársrøðum.
Og tað merkir, at aftur í ár fer løgmaður at bera øll góðynski fram fyri landi og fólki. Men hann fer eisini at líta aftur um bak har hann fer at umrøða tað sum hendi í árinum, sum er við at fara, bæði tað góða, eins væl og tað minni góða.
- Skulu vit hugsa um tað góða fyrst, kunnu vit fegnast um, at tað gongur væl í Føroyum og at búskapurin er sterkur.
- Eg fegnist um, at vit eru so væl fyri, at vit hava megnað at styrkt okkara grundleggjandi vælferðartænastur.
Í hesum sambandi hugsar Løgmaður um skúlaøkið,  men hann hugsar eisini um, at almannaøkið er  munandi styrkt, so at tað verða fleiri starvsfólk at styrkja allar tænastur, vit øll eru so fegin um.
- Vit hava eisini framd slóðbrótandi útbyggingar í árinum sum fór.
Her hugsar Løgmaðum um Norðoyatunnilin, men hann fegnast eisini um at Hovstunnilin er skotin ígjøgnum.
- Samstundis er arbeiðsloysið metlágt.
Men Løgmaður fer eisini at nevna í nýggjársrøðuni, at hetta árið eru Føroyar vorðnar partur í altjóða samfelagnum, enn vit hava verið. Her hugsar hann um Hoyvíkssáttmálan. Við hesum sáttmála hava vit gjørt ein sáttmála um eitt búskaparøkið við eitt annað land, Ísland, og hava sostatt tikið okkara fyrstu stigini út í heimin.
Hann hugsar eisini um, at vit eru virknari enn vit nakrantíð hava verið til at veita menningarhjálp og eru eisini sjónligari á hesum øki, tó at okkara íkast enn eru lítil.
Men hann hugsar eisini um, at vit hava lagt stóran dent á at bøta um okkara viðurskifti, bæði við EFTA og við ES, eitt nú granskingarsamstarvið.
- So alt í alt hava vit nógv at fegnast um, sigur Løgmaður.
- Men hinvegin hevur land okkara tíverri eisini verið rakt av vanlukkum, sum hava kostað lív og teimum, sum hava mist, hava vit størstu samkenslu við, sigur Jóannes Eideasgaard.
 
Bíðar sum longst
Nýggjársrøðan verður ikki sent beinleiðis. Tað merkir, at tá ið vit síggja og hoyra Løgmann úr Tinganesi, er røðan tikin upp á band frammanundan.
Nær hon skal takast upp, er ikki greitt.
Men Løgmaður ætlar at bíða sum longst.
- Tað hevur týdning, at røðan er so fesk sum gjørligt. Tað var hansara fyrsta nýggjársrøða í 2004, besta dømi um. Á jólum hendi ein hin størsta nattúruvanlukkan nýggjari tíð, tá ið fólk í hundraðtúsunda tali doyði í flóðaldu í Fjareystri.
- Tá ið nýggjársrøðan varð tikin upp á band nakrar dagar fyri nýggjársaftan, vistu vit ikki, hvussu umfatandi vanlukkan var. Tí varð hon bara nevnd í einum setningi og tað mátti eg tola atfinningar fyri.
Hinvegin vóru tað fleiri stjórnarleiðarar kring heimin, sum strikaðu upprunaligu røður sínar og tosaðu um vanlukkuna burturav.
- Høvdu vit vitað, hvussu álvarsom vanlukkan var, hevði tað eisini merkt mína nýggjársøðu tá í nógv størri mun, sigur Løgmaður.
Hesa støðuna vil hann ikki koma í aftur og tí verður røðan so fesk sum gjørligt, tá ið hon verður tikin upp, sigur hann.