Fólkatingsval
Ein fólkatingsmaður skal umboða sínar veljarar, og ikki landsstýrið, á Fólkatingi. Skal landsstýrið hava ein loyalan umboðsmann í øllum málum, er talan um ein ambassadør, segði formðaur Javnaðarfloksins á tíðindafundi í samband við uppstillingina til fólkatingsvalið.
Júst tað at umboða sínar veljarar við at halda tað, hann lovaði áðrenn seinasta fólkatingsval, sigur Jóannes Eidesgaard, fólkatingsmaður og formaður Javnaðarfloksins, seg hava gjørt á Fólkatingi.
Javnaðarflokkurin hevði tíðindafund í gjár, har sagt varð frá valskrá floksins og valevnislistanum til fólkatingsvalið.
Jóannes Eidesgaard, segði, at flokkurin metir tað sum nakað natúrligt at, føroyingar hava umboð á Fólkatingi, so leingi ríkisrættarliga støðan er, sum hon er.
?Tá tann tíð kemur, at vit hava yvirtikið øll mál, sum hava við bæði londini at gera, verður fólkatingsumboðanin av sær sjálvum tikin av, metir hann.
Hann boðaði frá undan seinasta fólkatingsvali, at fór ikki at gerast limur í nøkrum donskum tingbólki, og tað hevur hann hildið. Somu støðu hevur hann í dag, sigur Jóannes Eidesgaard.
Hann vísti á, at tá hann hevur orðið á Fólkatingi, stendur ljóstalvuni, at hann umboðar Føroyar, meðan aðrir umboða flokkarnar, teir eru valdir fyri. Til dømis stendur eitt K, sum merkir Konservative, á talvuni, tá Óli Breckmann hevur orðið.
Jóannes Eidesgaard sigur, at støða hansara er góðtikin í Fólkatinginum, og at danir ongantíð hava lagt nakað trýst á hann fyri at fáa hann upp í nakran tingbólk.
Men hann hevur fyrr boðað frá, at hann fer ikki at koppa eini danskari sosialdemokratiskari stjórn við beinleiðis at atkvøða í móti henni. Og tað ætlar hann sær heldur ikki at gera í framtíðini, um tann møguleikin annars býðst.
Hann heldur hetta fólkatingsvalið fara at verða nakað væl meira enn bara eitt fólkatingsval.
?Tað verður ein meting av politisku støðuni í Føroyum, nú løgtingsvalskeiðið er við at renna út, segði hann. Fólk fara ivaleyst at taka tað sum eitt høvi til at siga sína hugsan um fullveldispolitikkin, sum tey ikki sluppu til fólkaatkvøðu um, heldur javnaðarformaðurin.
Hann væntar eisini, at valið verður ein uppgerð millum fullveldisvongin og samríkispolitikkin, sum Javnaðarflokkurin stendur fyri, har Sjálvstýrislógin er ein berandi partur.