- Eg havi fingið ein skattalætta og hann var hart tiltrongdur.
Uttan nakað sum helst uttanumtos, staðfestir Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður,at skattalættin, hann hevur fingið við flatskattinum, var harðliga tiltrongdur.
Hann staðfesti, at líka síðani hann varð Løgmaður, hevur hann arbeitt 16-18 tímar um dagin, uttan íhald, fyri at skapa einar betri Føroyar.
- Eg havi fingið ein skattalætta. Hann var hart tiltrongdur.
- Tað var fínar greyður, legði hann afturat.
Øll onnur hava eisini fingið ein skattalætta, legði hann afturat.
Tað var Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, sum vildi hava løgmann at greiða frá, hvat ið hann og onnur við góðari løn, hava offrað fyri at fáa Føroyar úr kreppuni.
Løgmaður sigur, at hann tímir ikki at tosa uttanum.
- Eg tosi frá hjartanum eg eg haldi, at tað var útmerka gott at fáa ein lætta í skattinum fyri tað arbeiði eg geri.
-Tað er eisini útmerkað gott, at onnur fáa ein skattalætta fyri tað arbeiði,tey gera.
Løgmaður segði, at tað er hansara lívsáskoðan, at tey, sum leggja serliga nógv fyri, skulu fáa okkurt afturfyri.
- Men eg vil eisini geva av mínari løn til sosialar tænastur og til tey, sum eru illa fyri.
Hann ivaðist heldur ikki í, at Høgni Hoydal hevði goldið ein ríkiligan part av síni veldiga stóru løn úr Løgtinginum og Fólkatinginum til eina bók um Tjóðveldi og til sosialar veitingar.
Kaj Leo Holm Johannesen staðfesti, at tey, sum rinda lítið í skatti, rinda eisini lítið í landsskatti.
- Tað er eisini meiningin, legði hann afturat.
Í sambandi við skipanina við flatskatti, er ein flakakona í Skopun mangan tikin fram sum dømi.
- Ein flakakona í Skopun, sum forvinnur 100.000 krónur um árið, rindar 7.000 krónur í landsskatti, men hon rindar einar 17.000 kommunuskatti.
- Tað er ikki landsskatturin, sum drepur fólk við teimum lægru inntøkunum og tað skal tað heldur ikki vera, sigur løgmaður.









