Løgmaður, Aksel V. Johannesen, sigur í samrøðu við Rás2, at málið um flyting av veiðiloyvum, ikki fer at hava politiskar fylgjur við sær. Hann sigur, at avgerðin at flyta veiðiloyvini á Næraberg og Slættaberg allarhelst vórðu uttan lógarheimild og tað eigur Vørn at svara uppá.
- Tað er soleiðis, at í øllum málum fylgir mann við í tí stilla á síðulinjuni. Embætisfólkini í ráðunum hava samskift millum sín og fiskimálaráðið er ikki liðugt at viðgera málið. Inntil tá gera vit einki við málið. Vit geva teimum stundir at gera seg lidnan, sigur Aksel V. Johannesen.
Hann sigur víðari, at hetta fer ikki at hava nakra politiskar avleiðingar. Hinvegin hevur samstarvið í samgonguni ongantíð verið so gott sum nú.
- Samgongan heldur fram. Tað er óheppið, at Vørn hevur tikið nakrar avgerðir, sum kanska vórðu ólógligar, men vit mugu nú fáa staðfest hví tað er farið fram og royna at rætta tað, sigur Aksel V. Johannesen.