Samgongusamráðingar
? Tá ið Annfinn Kallsberg skipaði nýggja samgongu, leyp hann uppum, har garðurin var lægstur.
Tað sigur Jóannes Eidesgaard um tað nýggju samgonguna, sum nú er skipað.
Eftir at hava lisið samgonguskjalið, staðfestir hann at hóast nógv ivamál eru, kann ikki vera av politiskum orsøkum, at javnaðarflokkurin ikki fekk høvi at gerast ein partur av samgongini.
Sum hann vísir á í aðrari grein, kann javnaðarflokkurin taka undir við stórum parti av samgonguskjalinum, var tað umskrivað og polerað eitt sindur á summum økjum.
? Tað er áhugavert at staðfesta, at tær forðingar sum lógu í vegin fyri eini samgongu við javnaðarflokkin, ikki longur liggja í vegin fyri eini samgongu við miðflokkin, sigur floksformaðurin.
Var bara lótir
Er orsøkin til, at tit ikki eru við í samgonguni í botn og grund ikki tann, at javnaðarflokkurin er vorðin so sambandssinnaður, at ber ikki til at koma nakran veg á sjálvstýrisleið?
-? Nei, tað haldi eg ikki, tí poltiskt er tað ikki so nógv sum skilir, at tað ikki kundi borið til, bara viljin var til staðar. Men tað, sum er farið fram, er hinvegin prógv um, at Anfinn Kallsberg ongantíð hevur meint nakað við tað, sum hann ferð eftir ferð hevur ført fram, um, at hann vildi hava eina breiða samgongu.
?Nú eru 33 dagar farnir síðani valið, men av allari hesari tíðini, hevur hann bara brúkt fýra dagar upp á samráðingar við javnaðarflokkin um eina breiða samgongu, hann sigur seg hava sóknast eftir alla tíðina.
?Sostatt mugu vit staðfesta, at maktin er blivin eitt endamál í sær sjálvum og tað er eitt afturstig fyri fólkaræðið.
-? Hann hevur eisini beinleiðis sagt, at hansara uppgáva er at seta fólkaflokkin í eina so góða støðu sum gjørligt.
? Hetta vísir, at løgmaður misskilir, ella mistulkar, embætið sum løgmaður.
Hinvegin heldur formaður javnaðarfloksins kortini, at tað er ikki meiri enn rímiligt, at somu flokkar, sum skóru 366 millíónir av ríkisveitingini úr Danmark, sleppa at halda fram, so at teir eisini sleppa at merkja sviðan av minkandi inntøkuni, ístaðin fyri at turka upptakið upp í onkran annan.
Valdu lættastu loysnina
Formaður javnaðarfloksins heldur eisini, at við at taka miðflokkin upp í samgonguna, hevur løgmaður heilt einfalt lopið upp um, har garðurin varð lægstur.
? Tað hevur verið lættari hjá samgonguni at adoptera miðflokkin og so bara lata hann yvirtaka onkur av teimum málsøkjum, sum sjálvstýrisflokkurin natúrliga misti, heldur enn at samráðast seg til eina heilt aðra samgongu við ein sterkan flokk, sum javnaðarflokkin, ið fór at seta krøv og sum eisini hevði kravt, at málsøkini blivu býtt sundur ímillum flokkarnar heilt av nýggjum.
? Tað er týðiligt, at ein samgonga við javnaðarflokkin hevur ongantíð verið tað, sum fólkaflokkurin og tjóðveldisflokkurin vildi hava.
? Sostatt er tað ikki javnaðarflokkurin sum hevur telvað so illa, at hann útihýsti seg sjálvan. Tað var ongantíð meiningin, at vit skuldu uppí.
Lítið hugaligt
Jóannes Eidesgaard dylir ikki fyri, at tað verður lítið hugaligt at fara aftur í andstøðu.
? Men tíverrigjørdi løgmaður heldur av at halda fram við tí sama politikkinum, ið hevur kloyvt landið í tveir partar, ístaðin fyri at brúka tann søguliga møguleikan hann hevði at ein stóran part av løgtinginum og føroya fólki um ein og sama politikk.
? Nú javnaðarflokkurin fer í andstøðu, er tað so ikki vandi fyri, at hann smeltar saman við sambandsflokkin og at sambandsflokkurin fer at eta burturav javnaðarflokkinum.
?Jú, tað er altíð ein vandi. Men okkara fremsta uppgávan verður at føra andstøðupolitikk sum ein sjálvstøðugur flokkur, tí hóast vit eru í andstøðu við sambandsflokkinum, merkir tað ikki, at vit altíð skulu hava somu støðu, verri enn so. Vit fara altíð at vera okkara egni í andstøðu- og vit eru framvegis einasti flokkur í Føroyum vinstrumegin miðjuna og tað støðuna fara vit at varðveita, tí tað hevur føroyski veljarin sanniliga brúk fyri.
Heldur hendan samgongan alt valskeiðið, hevur javnaðarflokkurin verið í andstøðu í samfull 10 ár út í eitt og tað er ikki hent fyrr síðani heimastýrislógina.
Men tað fer ikki formannin í javnaðarflokkinum at umhugsa sína støðu í flokkinum.
? Eg haldi ikki, at vit, ella eg sjálvur, kundi gjørt so nógv við støðuna, tí tað, sum hendi, var, at Anfinn Kallsberg gjørdi av at tvíhalda um maktina og útihýsti øllum øðrum.
? Men tað er greitt, at hetta gevur orsøki til sjálvrannsakan fyri at vita, hvussu vit kunnu styrkja flokkin til at brynja segt út til framtíðar avbjóðingar, sigur Jóannes Eidesgaard.
? Men vit mugu eisini taka okkara stýrisskipanarlógina til eftirmetingar, tí tað, vit hava upplivað síðani valið er, at vit hava ikki kunna fingið fríar samráðingar í lagm, tí Anfinn Kallsberg kundi seta seg á valdið og seta allar treytirnar og tað eigur ikki at henda aftur, leggur Jòannes Eidesgaard afturat.