»Um tygum meta, at málið eigur at verða meldað løgregluni fyri brot á revsilógina, eru tað tygum, sum tann órættaði í málinum, sum eigur at taka hetta stig«
Hetta er høvuðsniðurstøðan hjá formansskapi løgtingsins í sambandi við kæruna, sum løgmaður sendi formansskapinum um tingmannin og uttanlandsnevndarlimin, Heðin Mortensen, mikudagin.
Løgmaður metti, at Heðin Mortensen hevði brotið tagnarskyldu sína í sambandi við upprtið til ríkisrættarligu samráðingarnar, tá hann í samrøðu við Dimmalætting segði, at í uppritinum varð bert tosað um fullveldi, meðan einki varð nevnt um skiftistíð.
Men løgmaður ætlar sær ikki at fara víðari við málinum. Hann metir ikki, at Heðin Mortensen hevur framt eitt so mikið álvarsamt brotsverk, at tað eigur at verða latið løgregluni.
Greiðar linjur
Tað, løgmaður vildi við kæruni um Heðin Mortensen, var at fáa greiðar linjur um, hvussu samskiftið millum landsstýrið og uttanlandsnevndina skal fara fram.
Anfinn Kalsberg vísir á, at tað ikki stendur í lógini, um hetta samskiftið skal vera alment ella ikki. Og tá uppritið er stemplað í trúnaði og Heðin Mortensen tosaði við fjølmiðlarnar á ein hátt, ið bendi á, at hann beinleiðis endurgav partar av innihaldinum í tí, helt løgmaður tað vera rætt at kæra hetta fyri løgtingsins formansskapi.
? Eg haldi tað vera sera umráðandi, at upplýsingarnar, landsstýrið letur uttanlandsnevndini kunnu haldast í trúnaði, so tað ber til at lata uttanlandsnevndini allar upplýsingar, sigur Anfinn Kallsberg og leggur dent á, at hetta ikki bert skal vera galdandi, tí talan er um fullveldismálið, men í samráðingarmálum sum heild.
Løgmaður vísir á, at um neyðuga samskiftið millum landsstýrið og uttanlandsnevndina ikki verður hildið í trúnaði, er vandi fyri, at tað kemur víðari til triðja partin, ið er parturin, samráðast skal við, og tá er samráðingarstøðan longu viknað.
Týdningarmikið at kunna fólkið
Hóast løgmaður leggur stóran dent á at trúnaðarskydan verður hildin, er hann kortini sannførdur um, at tað er alneyðugt, at Føroya fólk verður kunnað mest møguligt í fullveldismálinum.
? Tað er ikki fyri at halda nakað loyniligt fyri Føroya fólki, at stórur dentur verður lagdur á, at trúnaðarskyldan verður hildin. Orsøkin er bert tann, at vit mugu verja samráðingarstøðu okkara.
Løgmaður sigur, at hann higartil er ógvuliga glaður fyri, at limirnir í uttanlandsnevndini higartil hava hildið tagnarnarskylduna, so væl.
? Eg haldi veruliga, at uttanlandsnevndarlimirnir hava hildið tagnarskylduna fantastiska væl, og vóni eg, at hetta góða arbeiðslag kann varðveitast.
Anfinn Kallsberg sigur, at hann orsøkin til, at hann kærdi Heðin Mortensen nevniliga var tann, at hann vildi tryggja hetta góða arbeiðslag.
? Tað, sum Heðin Mortensen segði við Dimmalætting, hevði í veruleikanum ikki so nógv upp á seg, men kærdi eg hann ikki, var vandi fyri at aðrir uttanlandsnevndarlimir fóru at halda seg kunna endurgeva úr uppritinum, og so kundi vandi staðist av hesum.
? Tað má fyri alt í verðini ikki henda, at landsstýrið í hvøjum einstøkum føri skal verða noytt at meta um, hvørjar upplýsingar kunnu latast uttanlandsnevndini, sigur løgmaður.










