Løgmaður dugir ikki at síggja nakran sum helst trupulleika í, at barsilsskipanin verður flutt til Suðuroyar.
Tað sigur hann við Sosialin.
Tað hevur annars elvt til øsing at umisitingin av barsilsskipanini nú skal flytast av ALS í Havn til TAKS í Suðuroy.
Ein, sum hevur givið ilt av sær alment, er Annika Olsen, landsstýriskvinna í innlendismálum, og hon hevur beinleiðis heitt á løgmann um at krevja, at
avgerðin at flyta alla barsilsskipanina til Suðuroyar, verður tikin aftur.
Men tað fer løgmaður ikki at gera.
Hann sigur við Sosialin, at talan er ikki um eina politiska flyting. Talan er heldur ikki um at flyta ein stovn.
- Hetta er tvørturímóti ein umsitingarlig flyting burtur av, sum harafturat bæði er logisk og skilagóð, sigur Kaj Leo Johannesen.
Hann vísir á, at higartil, hevur TAKS umsitið innkrevjingina til Barsilsskipanina og tann arbeiðsuppgávan hjá TAKS hevur ligið hjá deildini í
Suðuroy. Samstundis er tað ALS, sum hevur umsitið útgjaldið ur barsilsskipanini.
Fyri at samskipa raksturin verður mett, at tað er rættast at flyta alla umsitingina undir ein hatt og tí varð semja um at leggja alla barsilsskipanina undir TAKS.
Síðani hevur stjórin í TAKS sjálvur gjørt av at leggja hesa arbeiðsuppgávuna undir deildina í Suðuroy fyri at savna alla umsitingina av barsilisskipanini
á sama staði.









