Verður onki tilfeingisgjald sett á fiskivinnuna, verða fiskiloyvini ikki longd ein dag.
Tað staðfesti Kaj Leo Holm Johannesen, Løgtinginum í morgun.
Kristina Háfoss vildi hava at vita frá Løgmanni, hvussu nógvar tilfeingisinntøkur fer landskassin væntandi at fáa frá markeli og øðrum uppsjóvarviski í ár.
Løgmaður segði, at hetta er ein spurningur, samgongan viðgerð í løtuni.
Samgongan hevur sett ein bólk at arbeiða við málinum og hann ivast ikki í samgongan fer at koma til eitt úrslit, har øll vera vinnarar, sum hann málbar seg.
Tað verður eisini arbeitt við eini skipan fyri, hvussu fiskiloyvini skulu skipast eftir 1. januar í 2018, tá ið tað annars ganga út.
Kringvarpið bar í morgun tey tíðindini, at Jákup Mikkelsen, fyrrverrandi landsstýrismaður, sendi eitt uppskot til hoyringar, har fiskiloyvini verða longd 12 ár ísenn.
Men bæði løgmaður og Jenis av Rana staðfestu, at hetta hevur ikki verið til viðgerðar í samgonguni, so teir góvu Løgtinginum ta fatan, at hetta skuldi takast við fyrivarni.
Men løgmaður gjørdi framvegis púra greitt, at verður onki tlfeingisgjald sett á fiskivinnuna, verða fiskiloyvini ikki longd ein dag útyvir 1. januar 2018, tá ið tey annars ganga út.
Annars helt hann, at orðið tilfeingisgjald, hevði fingið slíkar ófrættadám, at hann helt, at vit skulu leita eftir einum øðrum heiti.
Hinvegin gjørdi Fólkaflokkurin greitt, at hann tekur ikki undir við tilfeingisgjaldi.
Myndin er tilvildarlig.










