Í dag fær málið um Signar á Brúnni helst ein enda ? í hvussu so er fyribils. Landsstýrisfundur er í skrivandi løtu, og á hesum landsstýrisfundinum fer Signar á Brúnni helst at biðja um at verða loystur úr landsstýrissessinum, meðan málið verður kannað av einum óheftum kanningarstjóra.
Men sigur Signar á Brúnni seg ikki úr sessinum, fer løgmaður at taka stig til, at nakað hendir. Hetta gjørdi hann Sosialinum greitt beint áðrenn landsstýrisfundin, ið varð settur klokkan tíggju í morgun.
Løgmaður vísir á, at ein slík ákæra móti einum landsstýrismanni, sum tann hjá løgtingsgrannskoðaranum móti Signari á Brúnni, ikki kann hanga í leysari luft. Hon má fáa avleiðingar, og tað ætlar løgmaður sær at virka fyri.
? Ein landsstýrismaður, ið hevur framt lógarbrot, kann ikki verða sitandi, vísir løgmaður á.
At slík ákæra minkar um álitið á landsstýrið og kann seta fullveldisætlanina og aðrar politiskar ætlanir í vanda ásannar løgmaður. Tí metir hann tað vera neyðugt, at málið fær avleiðingar.
Eisini heldur løgmaður tað vera neyðugt at skapa førdømi fyri, at brot á ábyrgd landsstýrismanna fær avleiðingar.
Kortini heldur Anfinn Kallsberg ikki, at hetta fer at gera landsstýrisfólk meira ábyrgdarfull. Tí landsstýrisfólk handla altíð við ábyrgd, sigur hann.