Fyrr í vikuni skrivaði Vágaportalurin um útgerð, sum Gunnar Toftegaard, deildarstjóri í Uttanríkisráðnum, skal hava keypt frá Formula fyri 1,4 milliónir krónur.
Vágaportalurin skrivaði eisini, at útgerðin varð keypt uttan at verða boðin út. Deildarstjórin verður eisini ákrærdur fyri at keypa hana frá granna sínum, stjóranum í Formula, og tann álvarsamasta ákæran hjá Vágaportalinum móti deildarstjóranum er, at helvtin av útgerðini ikki finst.
Kaj Leo Johannesen, løgmaður og uttanríkisráðharri, kennir einki til hendan stuldur. Men hann sigur, at málið sjálvandi verður kannað, og ein frágreiðing send fjølmiðlunum.
Greinin á Vágaportalinum KANN LESAST HER