- Málið er at halda seg til tann karmin, sum løgtingið samtykti við ólavsøkupakkanum. Men vit kunnu ikki útiloka, at samlaða hallið verður størri, tá tann politiska telvingin er liðug.
Soleiðis sigur Kaj Leo Johannesen, løgmaður, um fíggjarlógina fyri 2010. Enn mangla fleiri lógaruppskot at koma niðan í tingið, sum fíggjarlógaruppskotið hjá Jóannesi Eidesgaard er treytað av. Men Kaj Leo Johannesen ber ikki ótta fyri, at stígur kemur í sparitiltøkini í ólavsøkupakkanum, sum Eidesgaard hevur roknað inn í sítt fíggjarlógaruppskot.
Alternativar sparingar
Ólavsøkupakkin er býttur upp í virkisskapandi tiltøk, bygnaðarlig tiltøk og rakstrartiltøk, og hann inniheldur ein løglista á 24 lógaruppskot, sum skulu samtykkjast í tinginum. Millum átta og tíggju lógaruppskot í ólavsøkupakkanum hava framvegis ikki fingið politiska viðgerð, og tey størstu av teimum eru pensjónsreformurin og inntøkutrygdin til fiskimenn. Nýggja pensjónsskipanin skal spara landskassanum 25 milliónir krónur árliga, og minstalønin til fiskimenn kostaði landskassanum 42 milliónir í ár. Hon skal eftir ætlan takast av fíggjarlógini og leggjast út á arbeiðsmarknaðin. Um allur ólavsøkupakkin verður implementeraður, so fara eyka 274 milliónir krónur í umfar í 2010 sambært fíggjarmálaráðnum. Og málið er at fáa vøksturin í útreiðslunum so nær null sum gjørligt.
Løgmaður sigur, at konsensus er um størsta partin av lógaruppskotunum í ólavsøkuuppskotinum. Men bæði løgmaður og fíggjarmálaráðharrin ásanna, at summi av málunum kunnu gerast trupul at fáa ígjøgnum. Sum dømi nevnir Jóannes Eidesgaard broytingar á almannaøkinum og ætlanina um at áleggja víddargjald fyri alivinnuna.
Løgmaður vísir á, at um mótstøðan verður ov stór ímóti ávísum málum, so ber eisini til at finna alternativar sparingar fyri at fáa tann yvirskipaða karmin at halda.
- Tí má ein og hvør kritikkur av tiltøkunum í ólavsøkupakkanum koma við einum alternativum boði uppá, hvussu vit so skulu spara, sigur Kaj Leo Johannesen.
Vantrúgvin fíggjarnevnd
Í løtuni er fíggjarlógaruppskotið í fíggjarnevndini, stjórnað av Anfinni Kallsberg. Saman við fleiri øðrum limum í fíggjarnevndini sáddi hann í Sosialinum um vikuskiftið iva um sambandið millum fíggjarlógaruppskotið hjá Jóannesi Eidesgaard og politiska veruleikan á tingi. Limirnir í fíggjarnevndini vístu á, at fleiri politiskir reformar, sum fíggjarlógin hevur tikið útgangsstøði í, enn ikki hava fingið nakra politiska viðgerð. Tí ivast fíggjarnevndarlimirnir í, at tann yvirskipaði karmurin fyri útreiðslur, sum er á 4,6 milliardir krónur, fer at halda. Umframt hetta hevur fíggjarnevndin illgruna um, at fleiri rakstrarjáttanir eru flokkaðar á íløgusíðuni, sum gevur eina villleiðandi mynd av samlaðu rakstrarútreiðslunum.
- Fremsta uppgávan er at tálma vøkstrinum í rakstrarútreiðslum, segði Kallsberg um vikuskiftið.
Hallið kann vaksa
Men samgonguleiðarin undirstrikar, at landsstýrið fer at bera tey manglandi uppskotini niðan í tingið, so reformarnir kunnu implementerast í fíggjarlógini fyri 2010. Og hann væntar, at bæði pensjónsreformurin og inntøkutrygdin vinna frama á tingi.
- Stóra kynstrið er so at lenda á rætta krónutalinum, so ásettu karmarnir verða hildnir. Men um vit enda á tíggju ella tretivu milliónum omanfyri ásetta karmin, so eigur tað ikki at merkja, at allir reformarnir fara í vaskið, sigur Kaj Leo Johannesen.
Við øðrum orðum er hann opin fyri, at karmurin verður víðkaður, og at hallið á fíggjarlógini harvið verður størri. Men løgmaður vil ikki siga nakað um, hvussu stórt undirskotið so kann blíva.
- Tað má politiska telvingin vísa, sigur Kaj Leo Johannesen.