POLITIKKUR
- Tað sum eyðkennir ES-debattina er, at vit ikki hava havt nakra veruliga marknaðardebatt. Hetta fyllir lítið í kjakinum, sigur Jóannes Eidesgaard í viðmerking til ta fesku kanningina, sum staðfestir ein meiriluta fyri føroyskum ES-limaskapi.
Hann leggur serliga merki til, at næstan ein fjórðingur ikki sigur seg hava nakra meining um hendan spurning, og heldur tí, at her krevst okkurt munadygt.
- Her er eitt politiskt arbeiði, sum skal gerast fyri at ávirka tann fjórðingin, sum enn ikki hevur tikið støðu, tí slíkir spurningar skulu viðgerast á einum tryggum fakligum grundarlagi.
- Kanningin ber brá av, at tað fakliga grundarlagið skal styrkjast, men um hendan kanningin setir kjak í gongd, er endamálið rokkið, sigur løgmaður, ið leggur afturat, at hetta málið ikki er so einfalt.
Missa rættindi og tamarhaldið á fiskivinnuni
- Hesin spurningurin kann býtast í tvey. Fyri tað fyrsta missa vit tamarhaldið á fiskivinnuni, um portugisar, spalniólar ella bretar koma hendanvegin at fiska, sigur Jóannes Eidesgaard, sum heldur, at hóast vit eisini sleppa at fiska í ES-sjógvi, so koma at stýra okkara fiskivinnu, og at tað verður ES, sum kemur at samráðast fyri okkum um fiskirættindi.
- Fyri tað næsta er tað tann ríkisrættarliga støðan. Vit eru partur av Danmark. Vit sóu, at tá Áland fór upp í sum partur av finska ríkinum, fingu tey onga ávirkan, heldur Jóannes Eidesgaard.
Spurdur, um hann hevur nakra viðmerking til, at Hergeir Nielsen úr Tjóðveldisflokkinum gevur honum skyldina fyri, at fólkið er ørkymlað av vantandi uttanríkispolitiskum úrslitum hjá løgmanni, sigur Jóannes Eidesgaard speiskliga, at hendan útsøgnin undrar hann ikki, tí Hergeir Nielsen hevði givið honum skuldina fyri tað vánaliga veðrið, um hann kundi.
- Hergeir Nielsen tosar ímóti betri vitan, sigur Jóannes Eidesgaard, og vísir á, at hann metir, at tað ongantíð er hent so nógv á uttanríkispolitiska økinum sum nú, og nevnir m.a., at kannað verður um møguleiki er fyri EFTA-limaskapi, og at samstarvið við ES er styrkt.