Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, hevur kallað inn til tíðindafund mánamorgunin kl. 9:00.
Tá fara løgmaður, landsstýrismaðurn í heilsumálum og læknafakligi ráðgevin hjá Heilsumálaráðnum at kunna um nýggj tilmæli í sambandi við koronusmittuna.
Farsóttarnevndin hevði í farnu viku fund, har koronustøðan varð viðgjørd. Europa er hart rakt av aðru bylgju, og hon kann eisini fara at leggja trýst á føroyska samfelagið. Eftir fundin lat Farsóttarnevndin landsstýrinum uppskot um nýggj tiltøk til at tálma útbreiðsluna av koronusmittuni.
Michael Boolsen segði við Kringvarpið, at Føroyar vóru í góðari støðu samanborið við onnur lond, men at neyðugt var at brúka vit og skil komandi tíðina – ikki minst nú nógvir føroyingar fara at koma heim í jólafrí. Hann vildi ikki siga, hvørji átøk Farsóttarnevndin mælti til, tí landsstýrið skuldi fyrst taka støðu til tey.
Nú fáa føroyingar so at vita, hvørja støðu landsstýrið hevur tikið.











