Rumblið, um valið av avloysara fyri Bárð Nielsen sum landsstýrismann, heldur fram. Tá formaðurin í Sambandsflokkinum, Kaj Leo Johannesen, í gjár tók seg aftur sum landsstýrisevni, endurtók hann ákærurnar móti løgmanni um avtalubrot, tí hann ikki vildi forða fyri, at Heðin Mortensen kom á ting fyri Kaj Leo Johannesen, sum skuldi í landsstýrið.
- Eg haldi tað vera toppmált naivt av leiðsluni í Sambandsflokkinum at halda, at eg kann forða fyri, at Heðin Mortensen kemur á ting, tí gjørdi eg tað, hevði eg framt brot á stýrisskipanarlógina, og so var eg ikki løgmaður longur. Hetta áttu bæði Kaj Leo Johannesen og Lisbeth L. Petersen at vita. Eftir øllum at døma duga hvørki fyrrverandi ella núverandi formaðurin í Sambandsflokkinum tær politisku spælireglurnar. Ístaðin velja tey at fremja karaktermorð á meg sum løgmann, við at geva mær skuldina fyri teirra mistøk, sigur Jóannes Eidesgaard.
Sambært løgmanni fyriliggur ongin avtala um leiklutin hjá Heðini Mortensen, ið er triði maður á listanum hjá Sambandsflokkinum og harvið eykamaður hjá bæði Kaj Leo Johannesen og Lisbeth L. Petersen.
Eftir kommunuvalið í november 2004 varð Heðin Mortensen tveittur úr Sambandsflokkinum, tí hann valdi at skipa býráðssamgongu við Javnaðarflokkin og Tjóðveldisflokkin.
- Eg kann vátta, at vit høvdu fund, har vit prátaðu við Heðin Mortensen fyri at royna at umganga, at støðan í býráðnum ikki fekk ávirkan á samgonguna, sum tá var nýggj. Og Heðin Mortensen hevur eisini hildið orð og givið samgonguni frið, men sjálvandi hevur hann fullan rætt til at krevja tingsessin í eini slíkari støðu sum hesari. Tað fái eg onki gjørt við, og hetta átti Sambandsflokkurin at vita. Í stýriskipanarlógini stendur heilt greitt, at tingsessurin er persónligur, og at tað er tann valdi og aleina hann, ið avger, um sessurin skal verða hansara ella ikki, sigur Jóannes Eidesgaard.
Skelkaður
Fær hetta fylgjur fyri samgonguna?
- Tað vóni eg ikki, tí eg haldi, vit higartil hava havt eitt gott samstarv, sjálvt um tað onkuntíð hevur verið ósemja millum ávísar samgongutingmenn, sigur Jóannes Eidesgaard.
Men kanst tú liva við slíkum ákærum móti tær sum løgmanni?
- Eg haldi, tað er meiri ein spurningur, um Sambandsflokkurin kann liva við einum samgonguleiðara, sum teir ákæra fyri avtalubrot. Sjálvur velji eg at trúgva, at tað er politisk óvitinheit, at bæði Kaj Leo og Lisbeth halda meg kunna geran nakað við ein innanhýsis trupulleika í Sambandsflokkinum. Við at velja eitt umboð í Suðurstreymi, er flokkurin sjálvur komin sær í hesa støðuna. Tað áttu tey at vita frammanundan. Er eri skelkaður av, at tey geva mær skuldina fyri teirra egnu mistøk og enntá krevja av mær, at eg skal bróta lógina, sigur Jóannes Eidesgaard.
Spurdur um, hvat hann heldur um nýggja landsstýrismannin, sum altso ikki gjørdist Kaj Leo Johannesen, men Magni Laksafoss, sigur løgmaður, at hann ikki kennir Magna nakað serligt. Men, sigur hann:
- Tað er ongin ivi um, at fakligu førleikarnir eru í lagi, og hetta er altíð ein fyrimunur, tá ein skal taka við so krevjandi posti. Nakað annað er so, at hann skal læra tað politiska handverkið, men tað skal nokk koma. Har er hann sjálvandi altíð væl komin at leita sær ráð hjá okkum øðrum, sigur Jóannes Eidesgaard.