Val og olja
Í stórari lýsing í Dimmalætting valdagin sáar Høgni Hoydal, varaløgmaður iva um, hvør eigur oljuna í føroysku undirgrundini. Hann vísir á, at danska stjórnin viðurkennir framvegis ikki, at føroyska tjóðin hevur ognarrættin til oljuna og ger harvið til einkis avtaluna, sum er gjørd millum Danmark og Føroyar um, at Føroyar hava fullan ognarrætt til ráevnini í undirgrundini. Nakað, sum bæði fólkatingið og forsætisráðharrin hava staðfest. Anfinn Kallsberg, løgmaður er púra ovfarin av, at varaløgmaður brúkar slíkt í valstríðnum og umhugsar hann nú, um og hvørjar avleiðingar hetta skal fáa fyri samstarvið í landsstýrinum. Løgmaður metir úttalilsini hjá varaløgmanni so mikið álvarslig, at hann skjótast fer at taka ein fund við varaløgmann um málið. Hann ætlar so ikki, at hetta skal standa ósvarað. Tíðin fer at vísa, um tað skal fáa avleiðingar fyri varaløgmann.
-Tað er púra burturvið at siga slíkt. Tá varaløgmaður fer út alment við slíkum pástandum setur hann til viks alla ta lóggávu, sum er gjørd á Føroya løgtingi, og sum er grundarlagið undir øllum. Tað er fullkomiligt hasard at skriva slíkt, tí sjálvandi hava vit fingið ognar- og ræðisrættin til oljuna sigur løgmaður, ið heldur tað vera ómetaliga langt úti, tá sjálvur varaløgmaður í valstríðnum gamblar við ognarrættinum til ráevnini í undirgrundini. Tað er ógvuliga hugstoytt og heilt langt úti at brúka ein so álvarssaman spurning sum rætt føroyinga til oljuna í einum valstríði.
Løgmaður sigur, at Høgni Hoydal við hesum bara kann skaða føroyingar. Og hann heldur fram:
-Man kann ikki fyrst samtykkja eina kolvetnisskattalóggávu, eina loyvisrundu og samtíðis sáa iva um, hvør eigur oljuna. Ger man tað, so undirgrevur man sítt egna støði, og tað er einki minni enn at spæla hasard við landi og fólki.
Anfinn Kallsberg, løgma_ur heldur máli_ vera ógvuliga álvarsligt. -Er man komin hartil, at løgtingið hevur samtykt eina lóggávu, sett hana í verk, boðið út o.a. uttan at hava heimild til tað, uttan at eiga rættin til tað, ikki at hava lóggávuøkið og dispositiónsrættin, so er alt samfelagið á riðlandi grund.
Anfinn Kallsberg, løgmaður sigur, at við hesum noktar varaløgmaður og Tjóðveldisflokkurin í veruleikanum at viðurkenna ein sáttmála, sum er gjørdur undir Heimastýrislógini. Og tað er í sjálvum sær álvarsligt, tí tað er løgtingið, sum hevur samtykt avtaluna um yvirtøku av ráevnunum í undirgrundini, og tað hevur varaløgmaður ikki loyvi til at sáa iva um.
-Eg kann tí als ikki góðtaka, at varaløgmaður fer út alment við einum slíkum úttalilsi, sum sáar iva um, hvør eigur oljuna. Hetta er at undirgrava tað, sum løgtingið byggir á.
Løgmaður sigur, at í síni verð er eingin ivi um, at føroyingar eiga bæði lóggávurætt og ognarrætt til ráevnini í undirgrundini, og tað er tað sum løgtingið hevur samtykt og sum øll oljulóggávan byggir á. Og sum øll útbjóðingin gongur út frá og er tað út frá hesum, ið vit vóna at fáa eina komandi oljuvinnu.
-Tí er útspælið frá varaløgmanni og formanni Tjóðveldisfloksins óseriøst villeiðandi valgass.
Í lýsingini í Dimmalætting verður víst til úttalilsini hjá Frank Jensen, løgmálaráðharra, ið hevur sagt, at føroyingar hava ikki fingið ognarrættin til undirgrundina. Hesum er løgmaður ikki ósamdur í, tí ognarrættin til undirgrundina fáa vit bert við at taka fullan suverenitet. Men hvat ognarrættinum til ráevnini í undirgrundini, sum avtalan gongur út upp á, viðvíkur, so hevur fólkatingið váttað, at tann avtalan er endalig og at føroyingar eiga ráevnini í undirgrundini sigur løgmaður og vísir á, at tað er samsvar millum tað Frank Jensen sigur og veruleikan. Men hetta verður mistulkað, tá hugtøkini ognarrætt til undirgrund og ognarrætt til ráevnini í undirgrundini verða blandað saman.