Tíðindafundur er í Tinganesi nú. Kaj Leo Johannesen, løgmaður greiðir frá, at hann fer at taka málið upp við tann danska forsætisráðharran, Helle Thorning Schmidt, tá hon kemur á almenna vitjan í Føroyum í morgin.
Tíðindafundur er í Tinganesi í samband við, at ES hevur hótt við boykotti, og Løgmaður og fiskimálaráðharrin greiða frá tí føroyska svarinum.
Løgmaður sigur:
- Eg gangi út frá, at danska stjórnin fer at taka føroysk áhugamál framum áhugamálini hjá ES. Hetta er ein ógvuliga álvarsom søk fyri ríkisfelagsskapin, nú er vandi er fyri, at ein partur av ríkinum verður boykottaður. Okkara áhugamál eru í vanda, og vit vænta, at okkurt verður gjørt frá danskari síðu. Hetta skal takast í størsta álvara. Danski leikluturin hevur ikki verið nóg góður higartil, slær løgmaður fast.
Jacob Vestergaard, fiskimálaráðharri sigur:
- Eg vænti, at ES fer at hugsa seg um einaferð aftrat. Eg vænti ikki, at ES fer at boykotta hetta lítla landið úti í Norður-Atlantshavinum, sum livir av sínum tilfeingi. Samráðingar eru vegurin fram, og ikki boykott. Boykott og hóttanir um boykott eru ótíðarhóskandi. Alt ov lítil tíð er sett av til samráðingar, og Jacob Vestergaard er vónbrotin av viðferðini hjá ES í hesum málinum.










