Løgmaður: Ikki klókt at blanda seg upp í

- Nú royna partarnir at semjast og eg ætli mær ikki at órógva teir, sigur Løgmaður - Tað er ikki serliga klókt at órógva royndirnar at finna semju.

Jóannes Eidesgaard, løgmaður, ætlar sær ikki at hava nakrar viðmerkingar yvirhøvur, til semingsroyndirnar, sum eru í løtuni á Hotel Føroyum ímillum Starvsmannafelagið og almennu arbeiðsgevararnir.

Í Útvarpinum í gjár gjørdi landsstýrismaðurin í innlendismálum, Jacob Vestergaard, greitt, at Suðuroyggin og Sandoyggin og hinar oyggjarnar, tola ikki, at Strandferðslan verður løgd lamin í einum arbeiðssteðgi.

Hann gjørdi tískil eisini greitt, at skuldi tað hent, at skipini verða løgd, tí partarnir ikki semjast um ein nýggjan sáttmálala, verður málið tikið upp politiskt beinanvegin fyri at tryggja, at útjaðarin ikki verður lagdur.

At leggja seg út í ósemjur á arbeiðsmarknaðinum, er eitt álvarsmál og sendur ikki øll samgongan aftanfyri eina slíka ætlan, letur tað seg neyvan gera.

Tí hava vit spurt samgonguleiðaran, Jóannes Eidesgaard, løgmann, sum samgongan er til reiðar at leggja upp í, fyri at tryggja, at skipini hjá Strandferðsluni kunnu haldast í sigling ótarnað, hóast semingsroyndin á Hotel Føroyum miseydnast.

Men Løgmaður hevur als onga viðmerking.

- Vit kunnu bara staðfesta, at partarnir sita í løtuni og royna at finna semju. Og ímeðan partarnir samráðast, vildi tað verið óklókt av mær at sagt nakað sum helst um støðuna.

- So leingi semingsroyndin er, eiga partarnir at fáa frið og eg ætli mær ikki at órógva teir upp á nakran máta.

- Vil tað siga, at tú eisini metir, at tað var óklókt av Jacobi Vestergaard at boða frá politiskari uppílegging, skuldi semingsroyndin miseydnast?

- Tað havi eg heldur onga viðmerking til. Mín viðmerking er, at eg havi onga viðmerking yvirhøvur, staðfestir Løgmaður