Løgmaður: Ikki avgerandi, hvør vinnur

Jóannes Eidesgaard vil helst hava at Helle Thorning Scmidt verður danskur forætisráðharri, men annars heldur hann, at tað er ikki alt avgerandi Sum javnaðarmaður vil eg sjálvandi hava, at Helle Thorning Scmidt verður danskur forsætisráðharri.

Tað staðfesti Jóannes Eidesgaard, løgmaður á Rás 2 í áðni.

- Tað hevur sjálvandi áhuga, at øll lond verða stýrd av javnaðarflokkum, so tað er áhugavert, at føroyski javnaðarflokkurin kann gera sítt til, at danir fáa eina sosialdemokratiska stjórn- og so enntá við einum kvinnuligum forsætisráðharra.

Løgmaður vísti eisini á, at hóast Fogh vinnur valið, er ein føroyskur fólkatingssessur til eins stóra nyttu.

Hann vísti á, at tað er stórur munur á javnaðar- og borgarligum politikki.

Hinvegin helt hann eisini, at hvat føroyapolitikkinum viðvíkur, er tað ikki avgerandi, hvør verður forsætisráðharri í Danmark.

- Vit mugu liva við tí, sum danir velja, men fyri okkum hevur tað ikki avgerandi týdning, hvør verður danskur forsætisráðharri, staðfesti Jóannes Eidesgaard.