? Áheitanin frá Jákupi Mørkøre á meg um at kanna uppsøgnina av sær verður í løtuni viðgjørd í landsstýrinum, og hann skal nokk fáa svar.
Løgmaður hevur fingið brævið frá Jákupi Mørkøre, fyrrverandi sjúkrahúsleiðara, har hann heitir á løgmann um at kanna leiklutin hjá Almanna- og Heilsumálastýrinum viðvíkjandi uppsøgnini av sær.
Anfinn Kalsberg heldur ikki, at hann eigur at blanda seg í málið um uppsøgnina av Jákupi Mørkøre, tí hetta er eitt mál, ið Helena Dam á Neystabø, sum landsstýriskvinna í almanna- og heilsumálum, eigur. Men løgmaður fer kortini at hyggja upp á brævið frá Jákupi Mørkøre. Ein av skyldum hansara, sum løgmaður, er nevniliga at hava eftirlit við landsstýrisfólkunum.