Klaksvík: Fríggjakvøldið fer Anfinn Kallsberg at hitta norðoyingar á máli.
Hetta verður í Ósáskúlanum í Klaksvík, har løgmaður fer at hava stutta frágreiðing um politisku støðuna, og síðani verður orðið frítt. Fólk kunnu spyrja løgmann um tað, sum liggur teimum á hjarta, og ætlanin er á tann hátt at fáa eitt kjak í gongd.
Tað er Norðoya Fólkafloksfelag, sum skipar fyri almenna fundinum. Sagt verður, at áhugin fyri fundinum er stórur og at roknað verður við, at nógvir norðoyingar ætla at nýta møguleikan at koma á tal við løgmann.