Løgmaður hitti rithøvundar

Kaj Leo Johannesen legði leiðina fram við í Nýggjustovu og heilsaði upp á kendu norðurlendsku rithøvundarnar, sum vitja í Føroyum í dag Óvæntaður gestur kom á gátt, tá ið Liza Marklund og Jo Nesbø ótu frokost í Nýggjustovu í Havn í dag.

Løgmaður kom gangandi framvið á veg út í Tinganes, og so var ábygdarblaðstjórin á Sosialinum skjótur at leypa á dyr og toga løgmann og løgmansskrivaran inn at heila upp á rithøvundarnar.

Og tað var ikki frítt fyri, at Marklund og Nesbø vóru kløkk av, at mann kundi toga landsins leiðara inn av gøtuni til eitt prát.

Liza Marklund og Jo Nesbø eru komin til Føroya at verða gestir í sendingini Hvonn Live, sum Rás2 sendir í kvøld millum kl. 19.00 og 22.00. Eisini fara tey at signera bøkur á Hvonn eftir sendingina.