Løgmaður hitti danska forsætisráðharran

Løgmaður og danski forsætisráðharrin eru samdir um stóra týdningin av, at eisini Føroyar eru fevndar av loysnini um at tryggja bankavinnuna Eftir setanina av Fólkatinginum var Kaj Leo Johannesen, løgmaður, inni á gólvinum hjá danska starvsbróðuri sínum, Anders Fogh Rasmussen, har teir prátaðu um ymisk viðurskifti av felags áhuga.

Eitt av høvuðsevnunum á óformliga fundinum var støðan í fíggjarheimunum og tann loysnin, ið danska stjórnin ætlar at fremja, umframt Evropa politikk Føroya í framtíðini.

Sambært tinganes.fo segði løgmaður eftir fundin:

- Landsstýrið ætlar at gerast partur í donsku loysnini frá byrjan, so at støðan hjá føroyska borgaranum og vinnuni verður so trygg sum gjørligt.

Kaj Leo Johannesen verður aftur í Føroyum í kvøld.