Løgmaður hevur nú skorið ígjøgnum í málinum um landsantikvarin, og kann hetta endurreisa álitið á setanarpolitikkin hjá landinum.
Fyrrverandi landstýriskvinnan í Mentamálum angrar einki og hevði einki gjørt øðrvísi, um hon skuldi gjørt tað umaftur. Ikki skilagóð orð í einum máli, ið var illa handfarið frá byrjan av. Føroya fólk hevur í nakrar vikur verið vitni til ein margháttligan leik, har ákærur hava flogið gjøgnum luftina. Vit hoyrdu um ein fyrrverandi inspektør, ið so alíkavæl ikki hevði verið inspektørur, tá av tornaði. Vit hoyrdu um brøv skrivað uttan brævhøvd og journalnummar. Vit hava hoyrt støðuna hjá Magistarafelagnum. Vit hava hoyrt støðuna hjá starvsfólkunum á Fornminnissavninum. Hóast alt hetta, so sigur fyrrverandi landstýriskvinnan, at hon hevði einki skeivt gjørt, og hevur enntá at løgmanni. Løgið at ikki okkurt kundi verið gjørt øðrvísi eftir hennara tykki. Er tað veruliga einki í hesum málinum, ið kundi verið handfarið betur? Jú, tað vilja bæði Fakfelagið, ið varar av økinum, serfrøðingar, sum eitt nú fyrrverandi landsantikvaruruin, og nú eisini Løgmaður verða við.
Tað fer einki av nøkrum við at viðganga ein feil, um hetta er uppá sítt pláss, heldur tvørturímóti. Tí hevur verið ilt at skilja, hví fyrrverandi landstýriskvinnan hevur borið seg at, sum hon hevur gjørt, ikki minst eftir at løgmaður er byrjaður at kanna málið.
Sjálvandi er tað harmiligt fyri Mentamálaøkið, at eitt landsstýrismannaskifti kemur afturat, men her krevst, at Tjóðveldisflokkurin tekur í egnan barm, so bati fæst á økinum. Tað er sjálvandi eisini harmiligt fyri fyrrverandi landsstýriskvinnuna at fáa reyða kortið. Men hon gjørdi einki fyri at forða fyri tí. Tað hevði hon uttan iva møguleika fyri.
Tað tykist verða ein vanlig misskiljing, at landstýrisfólk skulu hava brotið onkra lóg, fyri at noyðast at fara frá. Tað kemur tíbetur sera sjáldan fyri, at landstýrisfólk bróta landsins lógir. Tað ber væl til at umsita illa, uttan at bróta nakra lóg. Tað er uppgávan hjá løgmanni at syrgja fyri, at landstýrismenn umsita í tráð við reglur og góðan fyrisitingarsið. Tað skuldi bara manglað, at eitt landstýrisfólk ikki brýtur nakra lóg í sínari umsiting. Tí ber ikki til at siga, at bert tí at eingin lóg var brotin, so var avrikið gott. So einfalt er tað ikki, og má tað heldur ikki gerast so einfalt. Umsitingarlig óruddiligheit og brot á góðan fyristingarsið eru vanliga ikki lógarbrot, men tað merkir ikki,, at løgmaður noyðist at góðtaka slíkt. Tað ger hann tíbetur heldur ikki.
Tað er gott, at vit nú hava fingið eitt fordømi viðvíkjandi starvsetanum á ivasomum grundarlag. Harmiligt er, at landsstýriskvinnan ikki sat eitt valskeið, tí hon hevði óivað avrikað nógv gott innan skúlagott, men málið um landsantikvarin var somikið illa handfarið, at løgmaður hevur grein í sínum máli. Tað, at fyrrverandi landstýriskvinnan ikki uppá nakran sum helst máta tekur í egnan barm eftir hetta keðiliga mál, skal hon ikki hava rós fyri, tí eftir niðurstøðuna hjá løgmanni er eingin ivi um, at hon hevur handfarið málið skeivt, hóast hon, sum hon sjálv sigur, ikki hevur brotið nakra lóg. Øll gera feilir, men tað skal dirvi til at viðganga tað.
Eftir stendur so kravið frá Magistarafelag Føroya, um at starvsetanin av landsantikvari skal takast aftur. Hetta kemur so næsti perónur í landstýrissessinum at taka støðu til, men ein slík áheitan frá Magistarafelagnum eigur at takast í størsta álvara.