Løgmaður heldur røðu fyri samkyndum

Ólavsøkuaftan skipar Friðarbogin fyri konsert í Grasagarði, har løgmaður eisini fer at halda røðu

Tíðindaskriv

Ólavsøkuaftan, beint eftir kappróðurin, kunnu fólk leita sær niðan í Grasagarð, har Friðarbogin, felagið hjá teimum sam- og tvíkyndu, skipar fyri eini rokkkonsert.
Í Grasagarði verður eisini kafé, tombola og Friðarbogin hevur ymiskt til sølu, eitt nú t-troyggjur, lyklaringar og pennar. Tiltakið byrjar klokkan 18 og hildið verður á til á midnátt.
Klokkan sjey heldur løgmaður røðu.

Bólkarnir, ið framføra eru:
The Story Ends
Hatespeech
Sic
Zink
Makrel
Mc Hár
- Vit eru sera glað um, at Jóannes Eidesgaard hevur játtað at halda røðu til konsertina. Hetta er eitt slag av váttan um, at Friðarbogin verður góðtikin sum eitt seriøst felag, ið arbeiðir við viðurskiftunum hjá sam- og tvíkyndum her á landi. Samstundis er hetta ein váttan um, at tað er OK at vera øðrvísi, sigur Tina K. Jakobsen, forkvinna í Friðarboganum.
Friðarbogin vónar, at nógv leita sær oman í Grasagarð, og at fólk hugna sær. Konsertin er ókeypis, eisini ber til at tekna seg sum lim ella stuðulslim í felagnum.