Sunnudagin gjørdist miðvingurin Sverri Sandberg Nielsen europameistari í rógving í single scullara í Poznan í Póllandi.
Í gjár kom føroyski europameistarin heim til Føroya á vitjan, og í dag hevur hann so verið til móttøku hjá løgmanni, Bárði á Steig Nielsen. Løgmaður heilsaði Sverra og ynskti honum tillukku við sigrinum og segði, at tað var ein heiður at sleppa at heilsa uppá.
- Tað er eitt satt ítróttarbragd, sum tú hevur framt, og tað prógvar, at við treiskni og vilja ber alt til, segði Bárður à Steig Nielsen í røðu sínari til móttøkuna.
Løgmaður legði eisini afturat, at hóast Sverri umboðaði Danmark til europameistaraheitið, so hevði tað týdning fyri okkum sum tjóð at fáa slík úrslit.