Løgmaður gongur ímóti Løgtinginum

-Løgmaður er farin beinleiðis ímóti Løgtinginum, og hevur tileinkisgjørt Løgtingið, sigur John Johannesen, politiskur formaður Javnaðarfloksins. Rok tykist verða í samgonguni, eftir at Løgmaður á tíðindafundi í Keypmannahavn kunngjørdi, at uppskotið um Stjórnarskipan Føroya nú dettur burtur, og at landsstýrið ikki hevur ætlanir um at leggja uppskotið fram aftur.

Hetta hevur løgmaður eftir øllum at døma ikki undirtøku fyri í samgonguni.

-Eg skilji als ikki tað, sum løgmaður segði á tíðindafundinum í Keypmannahavn. Hann gongur beinleiðis ímóti Føroya Løgtingi bæði í málinum um Stjórnarskipan Føroya og í málinum um hvalaveiðuna, sigur John Johannesen, politiskur formaður Javnaðarfloksins.

Eisini Jákup Mikkelsen, politiskur formaður Fólkafloksins vísur aftur, at løgmaður umboðaði hugsanina hjá Fólkaflokkinum á nógv umrødda tíðindafundinum.

-Fólkaflokkurin kennir als einki til hugsanina hjá løgmanni, sigur Jákup Mikkelsen, sum hevur kallað tingbólkin hjá Fólkaflokkinum til fundar í morgin at viðgera útsagninar hjá løgmanni.

Uppskotið um Stjórnarskipan Føroya hevur yvir 10 ár á baki, og eru allir flokkar umboðaðir í víðkaði rættarnevnd løgtingsins, sum nú viðgerð málið.

-Løgmaður hevur ikki heimild til at taka uppskotið aftur. Løgtingið er til eina og hvørja tíð hægri enn løgmaður, og tí er tað Løgtingið sum avgerð hvørja lagnu hetta uppskotið skal fáa, sigur John Johannesen, sum heldur nógv umrødda tíðindafundin í Keypmannahavn verða heldur løgnan.