Tað er vanligt innan tónleikaídnaðin, at við stórum nøvnum fylgja høg krøv. Stødd á palli, mongd av palllampum, mat- og drykkjuvørur í backstage-rúminum og nógv, nógv annað skal vera í ordan, áðrenn skrivað verður undir.
Scorpions er eitt stórt navn og sum væntað, so hava teir eisini ein ynskilista.
Savnað bilar úr øllum landinum
Fimm Audi A6 við bilførarum, var eitt av krøvunum, ið Scorpions settu, áðrenn teir komu til Føroya. Ella rættari sagt; hetta gjørdist kravið, tí av fyrstan tíð var talan um enn størri bilar:
- Upprunaliga vildu teir hava Mercedes E-flokkur ella Audi A8. Men hetta bar snøgt sagt ikki til, tí hvørgan modelli er í fimm eintøkum í øllum landinum. So teir máttu sláa seg til tols við A6, sigur Jákup Jacobsen, ið hevur tikið sær av hesum lítla projektinum, ið tað hevur verið, at savna saman bilar:
- Eg havi verið runt um í landinum og práta við fólk, sum eiga A6’arar, um at læna bilin, og kann ikki siga annað enn, at eg eri møttur við vælvild allastaðni. Fólk hava verið blíð, og hava fegin býtt um bil við nøkur atgongumerki.
Løgmaður setur krøv
Ein av teimum, ið eigur ein A6 og eisini lænir út bilin, er sjálvur løgmaður. Hann hevur bara sett eittans krav:
- Festivalarnir gera eitt sera áhugavert arbeiði, og kann eg koma við mínum lítla íkasti, so er tað frálíkt. Samstundis havi eg fingið annan bil í staðin, so tað er ikki verri enn so. Tað einasta kravið, ið eg havi sett, er at ikki verður roykt inni í bilinum, sigur Jóannes Eidesgaard, ið ikki er vísur í, um hann fer á festival:
- Eg havi fingið innbjóðing og atgongumerki, so tað kann væl vera, at ein fer ein túr norður í vikuskiftinum.
Scorpions er avgjørt størsta navnið á festivalinum. Men um løgmaður fer á festival í vikuskiftinum, so hevði tað ikki verið fyri at hoyrt teir:
- Eg má heilt erligt viðganga, at eg kenni lítið og einki til Scorpions. Men hinvegin, so kenni eg væl Kim Wilde og um eg fari til Klaksvíkar, verður tað heldur fyri at lurta eftir henni.











