Fólkaflokkurin og Tjóðveldisflokkurin hava áhaldandi sagt føroya fólki, at Heimastýrislógin hevur ikki størri virði enn tað papírið, hon er skrivað á. Síðani síðsta val hava teir brúkt so at siga alla landsins umsiting til at siga tað sama.
Og hvat er so trupulleikin við Heimastýrislógini. Jú, siga teir, hon kann í fyrsta lagi takast aftur av dønum í morgin, um tað skal vera. Í øðrum lagi kann blokkurin eisini takast aftur. Men trúgva hesir menn og kvinnur tì, tey sjálvi siga? Tað gera tey als ikki, og her eru nøkur dømir.
Í síðsta valskeiði vóru útreiðslur landskassans til rentur umleið 500 mió.kr. Hetta var uttan at avdráttur var goldin. Finnbogi Ísakson fann útav, at tá ið avdráttur av umleið 6 mia. kr. ein dag skuldu gjaldast yvir kanska 20 ár, fóru avdráttirnir árliga at verða 300 mió.kr. Við øðrum orðum fóru rentur og avdráttir at líkjast tí upphædd, sum blokkurin var á tá.
Tí mælti F.Í. landsstýrinum til at taka upp samráðingar við donsku stjórnina um at hon skuldi átaka sær føroysku skuldina móti, at føroyingar fráskrivaðu sær blokkin. Hvussu kann Tjóðveldisflokkurin handla við nøkrum, sum tú fyri fólkinum sigur, at danir kunnu taka aftur í morgin?
Bjarni Djurholm úr Fólkaflokkinum vildi ikki vera verri enn F.Í., og mælti til at kapitalisera blokkin. Hetta fremmanda orðið merkti í stuttum, at danir góvu føroyingum nakrar milliardir her og nú, og av blokkinum skuldu danir so gjalda rentur og avdráttir av tí láni, sum teir høvdu tikið fyri at geva føroyingum hesa stófingnu milliarda gávu. Hvussu kann Fólkaflokkurin handla við nøkrum, sum hann sigur fyri fólkinum, at danir kunnu taka aftur í morgin?
Enki av hesum gekk- og einki av hesum fer at ganga. Og tað er av tí einfaldu orsøk, at blokkurin er ætlaður at fíggja ein part av teimum málsøkjum, sum danir sambært Heimastýrislógini hava ábyrgd av.
Og nú er bert ein trumfur eftir. Og tað er ST-samtyktin. Hendan samtykt skal hjálpa hjálondum til fullveldi, og sambært loysingarfólki passar hendan samtykt, sum fótur í hosu í viðurskiftunum millum Danmark og Føroyar. Og hendan samtykt skuldi tryggja okkum eina skiftistíð frá í dag og í minsta lagi fimtan ár fram.
Men Nyrup sigur fýra ár. Er tað so livandi galið at hann ikki kennir ST-samtyktina, ella snýr henda samtykt seg als ikki um lond, sum eru á hædd við okkum búskaparliga. Eg trúgvi tí síðsta, og um so er, hava tit ongan trumf eftir.
Eftir næsta samráðingarumfar eigur løgmaður at gera støðuna upp, og merkiligt skal tað vera, um hann ikki kemur til somu niðurstøðu sum eg: Tað loysir seg ikki at spæla við Hoydal.
Sune Jacobsen