Hans Pauli Strøm ikki sekkin frá løgmanni fyri sama ?brot?, sum kostaði Jacob Vestergaard sessin, sigur formaður Fólkafloksins - Fyri mær er ongin ivi um, at Løgmaður yvirreageraði, tá ið hann koyrdi Jacob Vestergaard frá sum landsstýrismann fyrr í vikuni.
Tað staðfesti Jørgen Niclasen, formaður Fólkafloksins, í formansrøðu síni á landsfundinum í Fólkaflokkinum í morgun.
Hann skilir heldur ikki, hví løgmaður reageraði so harðliga.
Hann staðfesti eisini, at Løgmaður ger mismun á landsstýrismonnum.
Hann segði, at stigini, sum Jacob Vestergaard hevði tikið í sambandi við skipararnar á Smyrli, vóru í fullum samsvari við umisitingina og ráðgevingina í løgmálaráðnum, men kortini varð hann frákoyrdur.
Hann vísti á, at tað er løgmálaráðið, sum skal tryggja, at allar lógir eru rættar.
Hinvegin er tað hent í hesum føri, at umsitingin í fíggjarmálaráðnum hevur yvirtrumfað umisitingina í løgmálaráðnum.
- Hinvegin varð Hans Pauli Strøm ikki koyrdur frá, tá ið hann legði seg út í málið um at seta leiðara fyri frítíðarskúlan á Tvøroyri.
Jørgen Niclasen staðfesti, at í veruleikanum hevur løgmaður brúkt løgfrøðiligar grundgevingar fyri at koyra Jacob Vestergaard frá.
Tá ið hann ikki sigur tað beinleiðis í uppsøgnini, má tað vera tí, at hann er ikki sjálvur heilt tryggur í løgfrøðini á hesum øki, segði Jørgen Niclasen.