Løgmaður fylgir við frá síðulinjuni

Talan er ikki um eina kæru til løgmann, og tí er ikki vist, at løgmaður ger nakað við grovu skuldsetingarnar hjá SvF ímóti Páll á Reynatúgvu, landsstýrismanni. Men hann hevur merkt sær ógvusligu skuldsetingarnar hjá sjónvarpsstjóranum

? Eg kenni onki annað til málið, enn tað, sum eg havi lisið á forsíðuni í Dimmmalætting. Eg havi sjálvandi lisið tað, sum sjónvarpsstjórin sigur, og sjálvandi tosi eg við landsstýrismannin, tá eg síggi sovorðið. Men hetta er ikki eitt mál, sum er reist hjá mær, og tí fái eg illa gjørt meira við tað.

Anfinn Kallsberg, løgmaður, er fáorðaður um grovu ákærurnar, sum Sjónvarp Føroya hevur sett fram ímóti Páll á Reynatúgvu, landsstýrismanni.

Mikkjal Helmsdal sjónvarpsstjóri førir fram í brævi til Høgna Hoydal, formann Tjóðveldisfloksins, sum er almannakunngjørt í Dimmalætting, at landsstýrismaðurin hevur hótt tíðindafólk í eini roynd at tøla tíðinaflutninginum.

Løgmaður er stjóri hjá Páll á Reynatúgvu og skal syrgja fyri, at hann uppførir seg eftir reglunum. Men løgmaður ivast í, um hetta er eitt mál fyri hann.

? Brævið hevur greiða adressu til floksformannin, og tað verður undirstrikað, at hetta ikki er ein kæra. Tí er hetta ikki eitt mál, sum løgmaður hevur ábyrgdina av, sum nú er, sigur Anfinn Kallsberg løgmaður, ið kortini viðgongur, at hann hevur ávísa skyldu at halda eitt vakið eygað við, hvat gongur fyri seg.

Hetta er eitt mál millum fjølmiðilin og valdsharran, og spurningurin er tí, um viðurskiftini teirra millum eru skalað. Anfinn Kallsberg er varin við at fara út í tað kjakið.

? Pressan hevur páberópt sær at vera fjórða statsvaldið, so eg skal ansa mær at vevja meg út í tann spurningin. Men tað er greitt, at tað ofta velst um eygað, sum sær, og oyrini, sum hoyra. Eg skal viðganga, at eg ikki altíð eri samdur við tað, sum kemur fram í pressuni, sigur Anfinn Kallsberg uttan at tosa um ítøkiliga málið.