Í morgin, hósdagin, fer løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen, til Reykjavíkar á fund í Hoyvíksráðnum saman við íslendska uttanríkisráðharranum, Össur Skarphéðinsson.
Hoyvíksráðið er formliga politiska samstarvið undir Hoyvíkssáttmálanum ímillum Føroyar og Ísland og á fundinum í morgin fara teir báðir at tosa um handilsviðurskiftini ímillum londini bæði.
Á skránni eru eitt nú føroyskur fiskiskapur eftir lodnu í íslendskum sjógvi, og ynski føroyinga um í størri mun at útflyta landbúnaðarvørur til Íslands. ?
Ísland setir føroyskum skipum treytir um, hvussu tey kunnu gagnnýta ella selja ta lodnu, tey fiska í íslendskum sjógvi. Avmarkingin er, at føroysk skip kunnu virka 2/3 av lodnuni til matna, tó so, at eftir 15. februar kann í mesta lagi 1/3 virkast til matna.
Í januar 2009 varð hetta broytt soleiðis, at um kvotan verður undir 500.000 tons, kunnu 3/4 av kvotuni virkast til matna. Avmarkingin um 1/3 eftir 15. februar stendur tó við enn. Føroyska sjónarmiðið er, at Ísland ikki kann seta slíkar avmarkingar, tær eru í stríð við altjóða reglur um handil og harafturat ímóti ætlanunum við Hoyvíkssáttmálanum um at finna útvegir fyri at beina burtur forðingar innan fiskavirking og handli við fiskavørum landanna millum.?
Útflutningurin av føroyskum landbúnaðarvørum til Ísland hevur verið merktur av, at Ísland hevur egna lóggávu á økinum, sum í nógvum førum er strangari enn krøvini, ið eru galdandi í Føroyum. Talan er serliga um kjøt við føroyskum uppruna. Hóast Hoyvíkssáttmálin hevur við sær fríhandil á nærum øllum økjum, eru ávísir trupulleikar á heilsufrøðiliga økinum, ið tarna handilssamskiftinum. ?
Løgmaður fer at taka hesi viðurskifti upp við starvsbróður sín í Íslandi og virka fyri, at partarnir koma ásamt um, hvussu hetta kann loysast, soleiðis at handilssamskifti kann fara fram ótarnað í framtíðini.?
Men partarnir fara eisini at umrøða ES, samstarvi í Útnorðri og í norðurpólsøkinum.?
Meðan løgmaður er í Íslandi, fer hann eisini at nýta høvi at hitta forsætisráðharra Íslands, Jóhonnu Sigurðardóttir, og takka henni fyri stuðulin, ið íslendska stjórnin lat sjálvbodnu føroysku bjargingarfeløgunum í desember í fjør.