Løgmaður fríkennir Tórbjørn Jacobsen

Um eina løtu fer løgmaður at boða frá, at hann hevur fult álit á Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismanni ? sum tískil verður reinsaður fyri tær ákærur, sum hava verið frammi í fjølmiðlunum seinastu dagarnar

Grundarlagið fyri niðurstøðuni hjá løgmanni, Jóannes Eidesgaard er ein frágreiðing, sum Eyðfinnur Jacobsen, advokatur, Jógvan Amonsson, grannskoðari og Petur Alberg Lamhauge, aðalstjóri í Fíggjarmálaráðnum hava gjørt.

Har verður Tórbjørn Jacobsen reinsaður fyri tann illgruna um eitt nú óreiðiliga sølu av partabrøvum. Frá álítandi keldum veit portalurin, at løgmaður eisini fer at heita á allar hinar landsstýrismenninar um at leggja fram allar upplýsingar um persónlig áhugamál, so sum partabrøv, felagsskapir teir eru limir í og so framvegis, eins og Tórbjørn Jacobsen gjørdi í Sosialinum skírisaftan.

Niðurstøðan hjá løgmanni er sostatt, at hann hevur sama politiska álit á Tórbjørn Jacobsen, sum hann hevði tann dagin, hann varð settur sum landsstýrismaður.