-Hetta er heilt burturvið, at løgmaður ikki kann svara einum spurningi, sum snýr seg um yvirskipað politiskt mál. Við at nokta at svara hóttir løgmaður beinleiðis demokratiska rættin hjá andstøðuni at gera vart við seg. Hann er líka nógv løgmaður hjá andstøðuni sum hjá samgonguni, og eg haldi, at hann í hesum føri forsømir sína ábyrgd.
Tingkvinnan hjá Tjóðveldisflokkinum í Norðstreymi, Heidi Petersen, heldur lítið um framferðina hjá løgmanni og samgonguni í samband við ein skrivligan fyrispurning, hon ætlaði at seta løgmanni fríggjadagin. Løgtingskvinnan vildi hava at vita frá løgmanni, um samgongan hevur sett sær nøkur langtíðar mál fyri, hvussu føroyska samfelagið skal mennast, hvørji eru hesi málini, og hvussu skulu tey røkkast.
Í tinginum fríggjadagin atkvøddi samgongan ímóti, at løgmaður skal svara fyrispurninginum hjá Heidi Petersen. Tað gjørdi samgongan, tí hon heldur, at fyrispurningurin ikki skal setast løgmanni, men landsstýrismanninum, sum varðar av vinnuni, tað vil siga landsstýrismanninum í vinnumálum, Bjarni Djurholm.
Heidi Petersen hevur kortini ongar ætlan um at gevast so. Hon er sinnað at seta løgmanni skrivliga fyrispurningin einaferð enn.
-Eg ætli mær við vissu at seta spurningin einaferð afturat, og eg rokni við, at eg seti løgmanni spurningin aftur, sigur hon
Hví letur tú ikki bara landsstýrismannin í vinnumálum, Bjarna Djurholm, svara spurninginum, tá hann varðar av vinnumálum í samgonguni?
Hesin spurningur snýr seg ikki bara um vinnuna, men er meira yvirskipaður, og tí eigur løgmaður at svara og ikki bara Bjarni Djurholm. Eg vil hava eitt breitt orðaskifti í lag, hvussu vit eiga at menna føroyska samfelagið. Í fyrispurninginum nemi eg bæði gransking, mentan og heilsu, og tí talan er um ein skrivligan fyrispurning stendur tað øllum landsstýrismonnum, ið varða av hesum økjum, frítt at taka orðið, vísir Heidi Petersen á.