Løgmaður fer skeivur

Løgmaður fer skeivur tá hann sigur, at danski forsætismálaráðarrin, Anders Fogh Rasmussen, sigur tað sama nú sum í januar viðvíkjandi uttanríkismálum, og hann fer somuleiðis skeivur tá hann í samband við ríkisfundin herfyri segði, at ongi tabuevnir eru millum Føroyar og Danmark.

Fogh í januar: Føroyar ov smáar til uttanríkispolitikk
Í sambandi við almennu vitjanina hjá danska forsætismálaráðharranum - Anders Fogh Rasmussen - í januar í ár gjørdi Fogh føroyingum greitt, at hann metti, at Føroyar vóru ?ov smáar at reka uttanríkispolitikk - og at tað nærum var ógjørligt fyri so lítla tjóð sum Føroyar at reka egnan uttanríkispolitikk?.
Hetta er sjálvsagt ikki rætt - men varð so niðurstøðan hjá Fogh.

Fogh nú: Føroyar reka uttanríkispolitikk vegna ríkið
Í samband við setanina av danska Fólkatinginum í vikuni vóru nýggir tónar. Nú gjørdi Fogh greitt, at hann varð til reiðar at lata føroyingum myndugleikan at reka uttanríkispolitikk vegna ríkið í málum, ið bert viðkoma Føroyum.

Munur, men?
Løgmaður vildi í Dimmalætting í vikuni verða við, at Fogh heldur orð og sigur tað sama nú sum í januar, men hetta er ikki rætt og má sigast at verða stórur munur á almennu staðfestingunum hjá Fogh í januar og nú. Tó kann løgmaður í praksis fáa rætt í staðfestingum sínum um ongin verulig broyting fer at henda á uttanríkisøkinum, hóast seinastu útsagnirnar hjá Fogh.

Broyta nýggju tónarnir nakað ?
Staðfestast kann at Fogh roynir at vísa vilja til at geva Føroyum og Grønlandi meira sjálvstýri, og er hetta at gleðast um, men áhugavert verður at síggja, hvussu hetta verður framt í verki. Tí tá Fogh sigur, at Føroyar kunnu reka uttanríkispolitikk vegna ríkið, í málum sum bert viðvíkja Føroyum, so kann hetta tulkast á ymiskan hátt.

Hvørji mál viðkoma Føroyum burturav ?
Hava millumlandasáttmálar, hvalaveiðimál v.m. ikki eisini ávirkan á donsk áhugamál ?
Kunnu Føroyar samskifta við eitt nú ST um mál, ið viðvíkja Føroyum - ella er ávirkar hetta eisini donsk áhugamál ?
Kunnu Føroyar seta seg í samband við NATO tá umræður útbyggingar av NATO-støðum í Føroyum og flúgving í føroyskum loftrúmi - ella ávirkar hetta donsk áhugamál ?
Hvussu við føroyskum limaskapi í altjóða felagsskapum ?
Ja, spennandi verður at síggja hvørjar heimildir og hvørji rættindi føroyskir myndugleika fara at fáa á uttanríkisøkinum - vænti tíverri ikki, at vit skulu gera okkum stórar vónir.

Ongi tabuevnir ?
Kann annars leggja afturat, at tá Løgmaður í samband við ríkisfundin herfyri kundi taka undir við, at ?Ríkisfelagsskapurin blómaði?og segði, at ?ongi tabuevnir eru millum Føroyar og Danmark?, loypti hetta veruliga hvøkk.
Tí undanfarnu árini hava víst, at ríkisfelagsskapurin er við at ?følna?. Tíðin er komin til at ganga nýggjar leiðir ríkisrættarliga.
Somuleiðis eru hópurin av tabuevnum partanna millum. Fyri bert at nevna nøkur, so viðurkennir Danmark ikki at føroyingar eru tjóð, viðurkennir ikki at føroyska málið er tjóðarmál føroyinga, viðurkennir ikki sjálvsavgerðarrætt føroyinga, viðurkennir ikki javnbjóðis og virðiligar samráðingar, viðurkennir ikki rættin hjá føroyskum myndugleikum at venda sær til altjóða felagsskapir - eitt nú ST og NATO.
Tí fer løgmaður sanniliga skeivur tá hann sigur, at ongi tabuevnir eru millum Føroyar og Danmark.

Bert fullveldi gevur fult frælsi uttanríkispolitiskt
Vil annars vóna at føroyskir myndugleikar nú veruliga fara at fáa størri frælsi á uttanríkisøkinum, tí hetta kann geva okkum møguleika at koma enn nærri málinum, sum er føroyskt fullveldi.
Vit hava møguleika at fáa allan myndugleikan og fult frælsi á uttanríkisøkinum, men hetta gerst bert við føroyskum fullveldi. Til fullveldið gerst veruleiki eru tað í flestu førum danskir myndugleikar, ið avgera nær, hvar og hvussu føroyska tjóðin verður umboðað í altjóða høpi. Hví henda støða verður vald framum fult frælsi á øllum økjum - ja, tað kann undra.