Løgmaður fer nú at skriva til russarar

Nú uttanríkispolitiska heimildarlógin er samtykt, hevur løgmaður fingið heimild til at venda sær beinleiðis til russarar fyri at fáa teir at góðkenna fríhandilsavtaluna ímillum Føroyar og Russland

Fríhandilsavtala við russarar

Løgmaður fer nú at gera eina roynd afturat fyri at fáa russarar at góðkenna fríhandilsavtaluna ímillum Føroyar og Russland.
Tað fer hann at gera í einum brævi beinleiðis til russisku stjórnina í næstu framtíð.
Fríhandilsavtalan ímillum Føroyar og Russland hevur verið klár at skriva undir í heilt langa tíð, men tað hevur drigið út at fáa russarar at góðkenna hana.
?Hetta er at harmast um og vit hava roynt allar vegir, vit yvirhøvur kunnu, fyri at fáa gongd á málið aftur, men higartil hevur tað altso verið til fánýtis, sigur Jóannes Eidesgaard.
Russiska statsapparatið er ómetaliga stórt og fløkt, so tað er langt frá orðum til veruleika. ? Vit arbeiða alla tíðina við málinum, men vit hava sjálvsagt onga vissu fyri, at vit koma á mál, sigur løgmaður.
Men nú fer landsstýrið so at royna eina heilt nýggja leið fyri at fáa gongd aftur á málið
? Nú uttanríkispolitiska heimildarlógin er samtykt, hevur Føroya Landsstýrið fingið nýggjar møguleikar fyri at fáa loyst málið og teir møguleikarnar fer løgmaður nú at brúka.
? Vit uttanríkispolitisku heimildunum, hava føroyingar fingið heimild til at venda sær beinleiðis til útlendskar myndugleikar í málum, sum eru yvirtikin og handilsmál eru yvirtikin.
? Og hesa heimildina, sum landsstýrið nú hevur fingið, fara vit at brúka í málinum um fríhandilsavtalu við russarar, sigur løgmaður.
Tí fer hann nú at skriva russisku stjórnini bræv, har hann fer at royna at fáa gongd aftur á málið, so at fríhandilsavtalan kann setast í verk.
-? Sum eg havi skilt støðuna vilja russarar fyrst hava umsóknina um limaskap í altjóða handilsfelagsskapinum, WTO, góðkenda, áðrenn teir vilja góðkenna fríhandilsavtalur við Føroyar og onnur lond.
? Í skrivinum til russisku stjórnina fari eg at boða russarum frá, at sum støðan er nú, hava Føroyar verri samstarvsmøguleikar við russarar enn mong onnur lond í vesturheiminum hava.
? Og eg fari at boða teimum frá, at eftir okkara tykki er hetta ein órímilig støða, sum russarar seta eitt land í, sum var eitt tað allarfyrsta í vesturheiminum, sum yvirhøvur vildi hava nakað sum helst samstarv við russarar.
Løgmaður sigur, at tað var heilt afturi í sjeytiárunum, at Føroyar tóku upp samstarv við gamla Sovjettsamveldi á fiskivinnuøkinum og á øðrum økjum við.
? Hetta var í eini tíð, tá ið ongin annar vildi hava nakað sum helst við teir at gera. Sostatt vístu vit russsarum samstarvsvilja í eini tíð tá ið fá onnur vildu samstarva við teir og tí haldi eg at tað er órímiligt at teir fara soleiðis við einum lítlum landi, tí nú hava vit verri sømdir enn bæði íslendingar og norðmenn hava.
Løgmaður sigur, at fríhandilsavtalan við russarar hevur alstóran týdning fyri Føroyar, tí sum er noyðast vit at betala toll av okkara útflutningi til Russland og tað rakar serliga uppisjóvarvinnuna meint.
Tað eru vælvitandi keldur sum vilja vera við, at russarar hava lagt nógv samstarv við Danmark á ís, eftir at danir nakað síðani ikki vildu útflýggja teimum ein tjetjenara, sum teir søgdu var yvirgangsmaður.
Hetta skal hava ført til, at tað er blivið rættiliga kalt ímillum Russland og Danmark og tað skal somuleiðis vera orsøkin til, at fríhandilsavtalan við Føroyar eisini er løgd á ís?
? Eg havi eisini hoyrt hasa metingina um at handan hendingin skal hava loypt ólag á viðurskiftini ímillum Føroyar og Danmark, men eg havi onga beinleiðis ábending fingið um, at tað er orsøkin til, at fríhandilsavtalan við Føroyar dregur út.
? Tað, sum vit hava fingið at vita um orsøkina, er, at tá ið fríhandilsavtalan var liðug, tók tað so langa tíð at fáa hana góðkenda í danska uttanríkismálaráðnum, at stjórnarskiftið varð í Russlandi í meðan. Og nýggja russiska stjórnin fann so at siga, ikki fríhandilsavtaluna aftur.
? Men nú uttanríkispolitiska heimildin er samtykt, letur tað upp fyri, at føroyingar kunnu taka upp beinleiðis samskifti við russarar og tann møguleikan fara vit at brúka, tí tað er altíð best at tala sína egnu søk, heldur enn at dúva uppá at lata onnur gera tað, sigur Jóannes Eidesgaard.
? Russarar hava søkt um limaskap í WTO, men ætla teir at bíða við fríhandilsavtaluni til tað er komið í rættlag, koma vit í klemmu. Men eg ætli at boða teimum frá, at eg haldi, at hetta er ein órímilig støða at seta okkara lílta land í, tí tað var tann tíð, tá ið tað bara vóru vit, sum vildu samstarva við teir, sigur løgmaður.


-