Kalsoy: Løgmaður fekk onga góða móttøku, tá hann bjóðaði sær at koma upp í at loysa trætuna um skúlan á Trøllanesi.
Ein av limunum í bygdaráðnum í Mikladali segði í gjár við Sosialin, at tað nyttar einki, at løgmaður ella landsstýrismaðurin við skúlamálum komu norður, tí um foreldrini á Trøllanesi halda fast um síni krav, so er eingin loysn í málinum.
Tað vil siga tað sama, sum at bygdaráðið stendur fast við sína støðu um, at skúlin á Trøllanesi verður ikki tikin í nýtslu aftur, soleiðis sum foreldrini á Trøllanesi vilja.
Løgmaður hevur verið í sambandi við bygdaráðið í Mikladali, men hann fekk somu boðini, sum Sosialurin endurgav í gjár.
- Fáa vit ikki ein dialog í lag, er tað avmarkað, hvat vit kunnu gera. Tað er bygdaráðið og skúlanevndin, sum hevur avgerðarrættin, sigur Anfinn Kallsberg.
<?xml:namespace prefix = o ns = "urn:schemas-microsoft-com:office:office" /><o:p></o:p>
Tilboðið stendur við
Løgmaður hevur tó ikki givið upp enn, hóast fyrsta royndin miseydnaðist, áðrenn hon kom í gongd.
- Tilboðið um, at eg og Óli Holm kunnu gera eina ítøkiliga roynd at loysa málið, stendur við, og eg havi ikki mist mótið um, at vit kunnu gera okkurt fyri at finna eina loysn, sigur Anfinn Kallsberg.
- Men skalt tú loysa eitt stríð, mást tú verða til reiðar at tosa um, hvussu hetta stríð kann loysast. Tí er tað trupult at gera nakað, um bygdaráðið í Mikladali ikki vil vera við til at tosa um eina møguliga loysn.
Foreldrini á Trøllanesi, sum ikki vilja senda børn síni í skúla í Mikladali, fyrr enn skúlin á Trøllanesi eisini verður partur av undirvísingini, vilja fegin hava umboð fyri landsstýrið at koma uppí málið.
Bygdaráðið heldur seg hinvegin hava tikið ta avgerð, sum tað heldur vera best fyri kommununa, og hendan avgerð er endalig.