Løgmaður fegnast um at koppigarevnið er komið

– Eg vænti, at vit koma lutvíst styrkt úr hesi koronustøðuni, heldur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

Koma vit væl ígjøgnum jólini, so koma vit eisini lutvíst styrkt úr hesi støðuni.

Tað heldur Bárður á Stein Nielsen, løgmaður.

Hann vísir á, at hjá øðrum hevur koronukreppan havt nógv størri avleiðingar.

– Vit klára skótt at umstilla okkum. Hugflogið bæði hjá fólki og hjá vinnuni er farið í gongd, og tað er viðvirkandi til, at vit koma styrkt burtur úr hesum samanborið við onnur lond, heldur løgaður.

Hann væntar, at tað fer at stykja okkum, tá tíðirnar verða normalar aftur.

Trýstið á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðu, sum Árni Gregersen hevði við løgmann á FM1.