Fótbóltur
Tað eru fyrrverandi íslendskir landsliðsspælarar, sum hava tikið stig til dystin, verður á Tórsvølli nú leygardagin.
Í tíindaskrivinum verður sagt, at hetta er ein eitt dømi um sterku vinarbondini, sum altíð hava verið millum Føroyar og Ísland. Og at íslendsku spælararnir á hendan hátt vilja sýna sína tøkk mótvegis hjálpini, sum Føroyar hava veitt grannatjóð okkara, nú landið er í svárari búskaparkreppu. Og í so máta er helst mikið hóskandi, at løgmaður er millum spælararnar á føroyska liðnum.
Uni Arge og Jens Martin Knudsen hava báðir roynt seg í íslendskum fótbólti, og teir bóru skjótt av, tá teir fingu áheitan um dystin.
Kostnaðurin fyri at koma inn á Tórsvøll leygardagin er settur til 20 krónur, og fer ágóðin av dystinum óskerdur til vælgerandi endamál á Landssjúkrahúsinum. Hetta eftir áheitan frá íslendsku spælarunum.
Sjálvur dysturin verður spældur leygardagdin klokkan 16, og verður tað varaforsetin í FSF og fyrrverandi altjóða dómarin, Niklas á Líðarenda, sum skal døma dystin.
Føroyski hópurin
Jens Martin Knudsen, Leiftur
Kaj Leo Johannesen, HB
Hans Fróði Hansen, Fram, Breiðablik
Jens Christian Hansen B36, Ayr United
Uni Arge, Leiftur, IA
Sámal Joensen, Leiftur
Jens Erik Rasmussen, Leiftur
John Petersen, Leiftur
Alan Mørkøre, IBV
Allan Joensen, Skallagrimur
Pól Tortsteinsson, Valur
Gunnar Mohr, HB
Øssur Hansen, B68, B36
Jákup Eli Olsen, B68
Kári Reynheim, HB, B36
Magni Jarnskor, GÍ
Bjarki Mohr, B71, HB
Jákup S. Simonsen, B36