Løgmaður: Føroyingar eru troyttir

Føroyingar eru troyttir av at onki í Føroyum fær avleiðingar.

Tað staðfesti, Kaj Leo Johannesen, løgmaður, í Løgtinginum í dag.

Sum tað sæst longur niðri á Portalinum, viøgjørdi Løgtingið í morgun gøluna ið hevur tikið seg upp í kjalarvørrinum á illa umstrídda málinum um løggildu grannskoðararnar.

Í hesum sambandi varð spurningurin umrøddur um at seta kanningar í verk og sjálvur var løgmaður heitur talsmaður fyri at kanna málið til botns, bæði landsstýrismenn, aðalstjórar og onnur starvsfólk í miðfyrisitingini.

Løgmaður heldur, at tað er neyðugt at kanna málið til botns, tí hetta snýr seg um álitið á okkara politisku og fyrisitingarligu skipan.

Og hann helt, at føroyingar eru leiddir og keddir av, at onki fær avleiðingar í Føroyum og hann legði afturat, at hóast kanningin kostar pengar, eiga vit at betala tann prísin fyri at fáa sannleikan fram.