Løgmaður fær herðaklapp

Landsfundurin hjá Fólkaflokkinum gevur løgmanni fullan stuðul í nýggju sjálvstýrisætlanini og rósir honum fyri avbera góð leiðaraevni

 

Løgmaður hevði væntað at skula standa skúlarætt á landsfuninum, sum Fólkaflokkurin helt í Havn í dag.

Men so varð ikki. Fólkaflokkurin stuðlar løgmanni fult út í førda politikkinum. Serstakliga gav fundurin løgmanni rós fyri nýggju sjálvstýrisætlanina og fyri hansara leiðaraevni.

Røtt varð nógv um nýggju veljarkanningina, har løgmaður fær stuðul úr øllum flokkum. Í hesum sambandi varð borið upp á mál, at tað hevur týdning, at Fólkaflokkurin framvegis heldur saman við Tjóðveldisflokkinum í fullveldisætlanini í staðin fyri at halda á at fríggja til Javnaðarflokkin.

Tey einastu, ið beinleiðis vístu ónøgd við førda politikkin, vóru umboðini úr Suðuroynni. Tey hildu, at Fólkaflokkurin í samgongu hevur gjørt ov lítið fyri Suðuroynna.

Landsfundurin hjá Fólkaflokkinum í dag var ógvuliga tamur. Sum heild vóru fólk samd og tóku undir við førda politikkinum. Um hundrað fólk vóru á landsfundinum, sum varð hildin í Pálsstovu í Havn.