Løgmaður:Fólkaflokkurin ynskir borgarliga stjórn


Løgmaður, Anfinn Kallsberg, var ikki beinleiðis skakaður av tíðindunum um, at Poul Nyrup Rasmussen hevði útskrivað val. Hann sigur, at Fólkaflokkurin kundi ynskt eina borgarliga stjórn, men væntar ikki, at Føroyar verða nakar stórur spurningur í danska valstríðnum

 

Val

Tað var ein eftir umstøðunum rættiliga róligur Anfinn Kallsberg, sum vit hittu í telefonini mikumorgunin, beint eftir, at Poul Nyrup Rasmussen hevði kunngjørt, at Fólkatingsval verður 20. november. Anfinn Kallsberg segði, at hetta sjálvandi var ógvuliga stutt tíð at fyrireika seg, men sigur samstundis, at hetta nú einaferð er soleiðis sum skipanin virkar. Tað kemur heldur ikki heilt óvæntað á løgmann, at Nyrup velur at skriva út val nú. Hann leggur dent á, at tað er danski forsætisráðharrin, sum útskrivar val, og hetta er hann eisini heimildaður til.

Løgmaður vísir á, at hetta kanska er tað landsstýrið, sum hevur havt mesta samskiftið við donsku stjórnarleiðarinar, so hetta fer væntandi at seta sín dám á, samstundis sum tað ikki ber til at fornokta, at ríkisrættarliga støðan fer at ávirka komandi fólkatingsvalið.

Løgmaður væntar ikki, at Føroyar verða nakar stórvegis spurningur í danska valstríðnum, tá ið Poul Nyrup meira hevur lagt dent á altjóða viðurskifti. Hann sigur ógvuliga diplomatiskt, at tað verða donsku og eisini føroysku veljararnir, sum fara at avgera, hvør skal seta út í kortið í donskum politikki næstu fýra árini.

Anfinn Kallsberg sigur, at Fólkaflokkurin til komandi fólkatingsvalið fer at leggja dent á tann politkk, sum flokkurin stendur fyri. Tað verður leiðslan í landsfelagnum fyri flokkin, sum ger at avgera, hvør skal stilla upp til valið. Hann vil hvørki vátta ella nokta, at hann sjálvur fer at stilla upp til valið. Fólkaflokkurin hevur landsfund um vikuskiftið, og tað kann, sambært løgmanni, væl hugsast, at fleiri týdningarmiklar avgerðir í sambandi við valið vera tiknar tá.

Hóast hann ynskir at vera neutralur sum løgmaður, so sigur hann, at teir leingi hava samstarva við borgarligu síðuna av donsku politikki, og Fólkaflokkurin ynskir eisini hesaferð, at ein borgarlig stjórn kemur framat í Danmark.

Løgmaður væntar ikki, at eitt møguligt stjórnarskifti vil broyta støðuna hjá dønum mótvegis føroyingum og føroyskum sjálvstýri.