– Eg veit ikki meiri enn vanligi føroyingar vita. Tað mátti Bárður á Steig Nielsen, løgmaður ásanna í gjár.
Beinta Løwe, tingkvinna fyri Tjóðveldi, vísti á, at danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, vil ikki veita trygd fyri, at tað verða føroyskir myndugleikar, sum fáa rættin til at gera av um ein radari, ella onnur hernaðarútgerð, verður sett upp í Føroyum.
https://www.in.fo/news-detail/news/hon-vil-ikki-lova-at-foeroyingar-faa-avgerdandi-ordid/?no_cache=1Les meiri her: Hon vil ikki lova at føroyingar fáa avgerandi orðið
Beinta Løwe vildi tískil hava at vita, hvat løgmaður veit um ætlanina, sum hevur verið frammi um at seta ein radara til hernaðarlig endamál, upp í Føroyum.
Bárður á Steig Nielsen mátti ásanna, at hann er ikki kunnaður um ætlanina og hann heldur ikki, at hann veit meiri enn almenningurin í Føroyum, veit. Hinvegin heldur hann eisini, at beint nú eru ikki fleiri upplýsingar í málinum.
Men annars verður arbeitt við eini skipan sum tryggjar føroyingum størri innlit í okkara uttanríkispolitisku viðurskifti. Hann sigur, at ein fundur er avtalaður ímillum londini í ríkisfelagskapinum um verjupolitisku støðuna, men hann er útsettur í sambandi við koronu.
– Vit hoyra javnan um hernaðarskip, kavbátar og flogfør, sum eru nærhendis okkum og tí føli eg meg ikki serliga tryggan, sigur løgmaður.
Hann sigur, at tí fer hann at viðgera spurningin við vælvild, tí hjá honum er eingin ivi um, at vit eru ein partur av vesturheiminum. Vit eiga at gera okkara part, so at vit hava eitt munagott skjøldur ímóti fremmandum valdi, sigur hann.
Løgmaður sigur, at eftir hansara tykki eiga føroyingar at hava tað seinasta orðið um, hvat hendur í Føroyum, men hann væntar kortini, at í hernaðarmálum er tað Nato, sum hevur tað avgerandi orðið. Og tá ið Nato hevur eina meining um, hvussu verjan skal skipast, plagdu limalondini at taka undir við tí – og tað vónar hann eisini, at føroyingar eru samd um.
Bjarni Kárason Petersen, tingmaður fyri Framsókn, heldur, at tað sigur eitt sindur um okkara støðu, at løgmaður ikki veit meiri um hesi viðurskifti enn vanligi føroyingur veit.
– Tað er djúpt álvarsligt, at danskir myndugleikar samráðast við amerikanskar myndugleikar um ein radari skal setast upp í Føroyum, uttan um myndugleikarnar í Føroyum, heldur Bjarni Kárason Peteren
– Tað hevur ómetaliga stóran týdning, at tað eru vit í Føroyum, sum sjálvi ger av, um vit vilja hava hernaðarútgerð her á landi, ella ikki.
Høgni Hoydal, tingmaður fyri Tjóðveldi sigur, at spurningurin er rættiliga einfaldur, men hann er eisini avgerðandi. Og tann spurningurin er, um løgmaður kann veita trygd fyri, at einki hendur, uttan at Føroya Løgting hevur samtykt tað.
Henrik Old heldur, at vit eru heilt ómetaliga væl sloppin, at tað einasta, vit offra fyri at vera við í eini verjusamgongu, er at vit leggja grundstykki til ein radara á onkrum fjallatindi.
Løgmaður sigur, at honum vitandi er støðan ikki tann, at danir samráðast við amerikanarar um hernaðarútgerð í Føroyum. Í hesum sambandi vísir hann á, at nettupp í dag eru umboð fyri amerikanskar myndugleikar og skriva undir eina avtalu um betri samstarv ímillum Føroyar og USA – og er eru eingi umboð fyri danskar myndugleikar við, so tað eru føroyingar, sum hava evsta orðið at siga í samstarvinum við onnur lond.