- Eg fari ikki at standa modell til, at tað er nakað ivamál um nakra heimild. Tí tað skal vera trygt. Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, sum eftir øllum at døma skal fundast við Kára P. Højgaard í dag.
Eftir at ivi er sáddur um, hvørt landsstýrismaðurin hevur arbeitt innan heimildirnar, nú hann hevur samráðst um sáttmála at gera Skálafjarðartunnilin, heldur nú eisini løgmaður, at undirskrivingin skal útsetast, um greiða ikki funnin á málinum áðrenn hósdagin.
- Men, leggur hann afturat, - Vit mugu dempa retorikkin og lata landstýrismannin svara teimum ivamálum, ið eru. Júst nú arbeiðir løgtingsskrivstovan við at kanna málið um hesa einu ivasomu heimildina, og tey skuldu komið við einum svari skjótt. Tað er ivaleyst av tíð til hósdagin, heldur løgmaður, sum tó slær fast, at hann fer at mæla til at drála við undirskrivingini, um nakar ivi er um málið.
Hoyr samrøðuna við løgmann niðanfyri